Nýggjur lektari í heilsuvísindum
30.05.2014
Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Nýggjur lektari í heilsuvísindum

Fróðskaparsetrið hevur sett Magna Mohr í starv sum lektari í heilsuvísindum. Starvið er liður í menning av heilsuvísindaliga fakøkinum á Setrinum.


Magni Mohr hevur master- og ph.d.-útbúgving í ítróttarfysiologi frá Keypmannahavnar Universiteti í ávikavist 2001 og 2008. Frammanundan starvssetanina á Setrinum hevur hann verið granskari á University of Exeter, Gøteborg Universiteti og Keypmannahavnar Universiteti. Ein alment væl kend verkætlan hjá honum í Føroyum er verkætlanin “Svim og spæl”, sum er ein ítróttargranskingarverkætlan, har kvinnur, sum ikki regluliga íðkaðu nakran ítrótt, vórðu kannaðar.
 
Magni er eisini kendur í fótbóltsheiminum, har hann sum fakpersónur m.a. hevur verið knýttur at venjingartoymum hjá stórfeløgunum Chelsea og Juventus.
 
Magni er sera virkin í sterkum granskingarnetverkum, og er íðin at miðla sína gransking í m.a. altjóða viðurkendum tíðarritum og í bókum. Umframt hollar royndir við gransking hevur hann eisini hollar royndir við undirvísing á øllum akademiskum stigum.
 
Magni Mohr byrjar í lektarastarvinum tann 1. august 2014, og fær starvsstað á Sjúkrarøktarfrøðideildini í Jónas Broncks gøtu.