Skriva út
Nýggjur námslektari á Søgu- og samfelagsdeildini
Súsanna Olsen er sett i starv sum námslektari á Søgu- og Samfelagsdeildini.
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv í 1 ár. Súsanna, ið er útbúgvin stjórnmálafrøðingur (cand.scient.pol), kemur at undirvísa á samfelagsligu fakunum á deildini, og annars at luttaka í menningini av verandi útbúgvingartilboðum.
Súsanna Olsen hevur drúgvar royndir við vaksnamannaundirvísing, eisini á universitetsstigi. Hon hevur seinastu árini havt undirvísingarstørv í Danmark, virkað sum deildarleiðari, umframt undirvíst og verið við til at ment útbúgvingartilboðini á Námsvísindadeildini á Setrinum. Hon byrjar í starvinum 1. november.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...