Nýggjur námslektari í ítrótti og heilsu, kroppi og rørslu
02.08.2015
Námsvísindadeildin
Skriva út

Nýggjur námslektari í ítrótti og heilsu, kroppi og rørslu

Komandi lestrarár fer Turið Petursdóttir at undirvísa pedagog- og læraralesandi í ítrótti og heilsu, kroppi og rørslu.


Hon byrjar tann 1. august og er sett fyribils í eitt ár.

Turið er cand.scient. frá Århus Universiteti/Syddansk Universiteti í 2007 við lærugreinunum ítrótti og heilsu við serritgerð um børn og venjing.

Eisini hevur hon føroyskt sum hjánám frá Fróðskaparsetrinum í 2013.

Haraftrat hevur hon prógv sum professionsbachelor í fysioterapi frá Fysioterapeutskúlanum í Århus í 2002.

Umframt at hava arbeitt sum fysioterapeutur í nøkur ár, hevur Turið tey seinastu seks árini starvast sum studentaskúlalærari á miðnámsskúlanum á Kambsdali.