01.06.2011
Føroyamálsdeildin Náttúruvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Setursskrivstovan
Skriva út

Nýggjur rektari settur

Sigurð í Jákupsstovu verður nýggjur rektari fyri Fróðskaparsetur Føroya.


Sigurð í Jákupsstovu er 48 ára gamal og útbúgvin skipsførari og verkfrøðingur umframt at hann í 2002 vardi Ph.D ritgerð við DanmarksTekniske Universitet (DTU). Meðan hann skrivaði ritgerðina var Sigurð í Jákupsstovu knýttur at Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.


Sigurð í Jákupsstovu hevur starvast í oljuvinnuni, m.a. sum verkfrøðingur fyri MærskOlie og Gasí Quatar og í Indonesia. Í 2003 gjørdist hann virkandi stjóri á Jarðfrøðisavninum og í 2004 stóð hann á odda fyri samanleggingini millum Jarðfrøðisavnið og Oljumálaráðið til nýggja stovnin Jarðfeingi. Sigurð í Jákupsstovu var stjóri á Jarðfeingi til 2008, tá ið hann tók við starvi sum tekniskur stjóri í Atlantic Petroleum.


Nýggi rektarin tekur við starvinum 1. september 2011.

Tórshavn, 1. juni 2011

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya