22.09.2015
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nýggjur studentavegleiðari á Føroyamálsdeildini

Ingilín Strøm hevur tikið við sum studentavegleiðari á Føroyamálsdeildini.


Høvuðsuppgávan hjá studentavegleiðaranum er at geva ráð í spurningum, ið hava við lestrarviðurskifti hjá studentunum at gera.

Ingilín fer at hava fasta viðtalutíð mánadagar millum kl. 12 og 14 í studentarúminum beint uttan fyri skúlastovuna á 3. hædd. Til ber eisini at senda teldupost FMD-studvegl(at)setur.fo ella ringja á tlf. 35 25 26  og spyrja ella gera avtalu um vegleiðing.
 
Ingilín Strøm lesur á 2. ári, og vit ynskja henni góða eydnu í starvinum.