01.04.2009
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nýtt andlit á Setrinum

Kristina Olsen, sum er ættað úr Sørvági og Gásadali, er komin at vaska hjá okkum.


Kristina, sum er ættað úr Vágunum men búsitandi í Havn, fer at taka yvir arbeiðið hjá Sigrid at vaska á Setursskrivstovuni og á Føroyamálsdeildini. Kristina arbeiddi nógv ár á Telegrafstøðini, og síðani 82 hevur hon arbeitt á Føroya Tele, tey seinni árini sum bólkaleiðari innan telefontænastuna.

Síðani Sigrid fór, hevur Oda, sum til dagligt arbeiðir á skrivstovuni á FMD, hildið okkum hølini rein og ruddilig. Nú setur hon Kristinu inn í arbeiðið, og eingin ivi er um, at øll (og kanska serliga Oda) eru fegin um, at Kristina er komin til okkara.