Nýtt bókaverk í 2 bindum kemur út 30. apríl 2015
Nýggja bókaverkið "Bót og biti" er um matmentan í Føroyum frá fornari tíð til í dag. Hon lýsir tað, sum hevur ávirkað matmentanina og givið henni skap.
Tað, sum hevur eyðkent gamla føroyska matmentan, er tað ræsta og tað turra. Tað “betra” fólkið í Føroyum var fyrst ávirkað av fremmandari matmentan, men so við og við er alt runnið saman til eina og somu matmentan.
Við støði í føroyskari matmentan hevur føroyskur matstovumatur tey seinastu árini ment seg so nógv, at Føroyar eru vorðnar gastronomiskt áhugaverdar í altjóða høpi.
Jóan Pauli Joensen, føddur 30. apríl 1945 er mentanargranskari og søgumaður. Jóan Pauli Joensen hevur skrivað fleiri bøkur og greinar um føroyska fólkamentan, siðsøgu og søgu.
Bót og biti kemur úr 30. apríl 2015, sama dag sum høvundurin verður 70. Forlagið Fróðskapur gevur út.
Í sambandi við útgávuna og føðingardagin verður almenn móttøka á Hotel Føroyum 30. apríl kl 12-15.
Bókin fæst í bókhandlunum útgávudagin. Kostnaður fyri bæði bindini kr. 400.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...