Nýtt búmerki og nýggj gransking
Í dag er Depilin fyri heilsu- og almannagransking vertur fyri stórum tiltaki í Kongshøll við stúgvandi fullari skrá av feskari gransking og nýggjum búmerki, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið
Kongshøll á Vestaru bryggju er nú seinnapartin karmur um eina sanna vísindaolympiadu, har ikki færri enn 35 granskarar hava stuttar framløgur um sína gransking.
Vertur er Depilin fyri heilsu- og almannagransking, sum er samstarv millum fremstu granskingarstovnarnar í Føroyum.
Tað var í 2014, at Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið og Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu fóru undir formligt samstarv við tí endamáli at seta ferð á menning av heilsuvísindaligari gransking og útbúgving í Føroyum. Sjúkrakassagrunnurin veitti samstarvinum sjey milliónir krónur, og so varð Depilin fyri heilsu- og almannagransking stovnaður. Nøkur ár seinni, í 2019, kom Ílegusavnið eisini upp í samstarvið.
Depilin er staðsettur bygnaðarliga á Fróðskaparsetrinum, og hvør stovnur í samstarvinum hevur eitt umboð í stýrinum: Jan Rasmussen frá Landssjúkrahúsinum, Pál Weihe frá Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, Magni Mohr frá Setrinum og Guðrið Andorsdóttur frá Ílegusavninum. Maria Skaalum Petersen er depilsleiðari.
Gongd á heilsugranskingini
Verulig ferð er komin á heilsugransking í Føroyum.
Fjølbroytnið á granskingarhættum og -evnum er fleirfaldað, og tað sæst eisini á rúgvismiklu skránni fyri framløgudagin í dag.
Somuleiðis eru føroyskir heilsugranskarar í størri mun enn áður høvuðsgranskarar á teimum verkætlanum, sum verða framdar.
Seinastu árini eru 80-100 vísindaligar greinar komnar út árliga í altjóða tíðarrit frá teimum stovnunum, sum mynda Depilin fyri heilsu- og almannagransking.
Sum tað fyrsta á framløgudegnum í Kongshøll í dag avdúkaði Maria Skaalum Petersen nýggja búmerkið hjá Deplinum, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið. Tað sæst ovast í hesi greinini.
Lesið meira um Depilin og virksemið hjá honum her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...