Nýtt føroyskt grótsett roynt í undirvísing á Setrinum
27.01.2014
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Nýtt føroyskt grótsett roynt í undirvísing á Setrinum

Í samband við nýggja skeiðið "Jørð, hav og luft" á orku og umhvørvisverkfrøðiútbúgvingini varð nýtt og heldur øðrvísi undirvísingartilfar roynt


Skeiðið Jørð, hav og luft, er, sum navnið sipar til, ein samanrenning av jarðfrøði, havfrøði og veðurlæru. Eitt skeið, ið gevur teimum verkfrøðilesandi eina breiða innleiðslu í náttúruvísindini. Undirritaði hevur saman við Hjálmari Hátún og Karin Margretu Larsen, sum bæði starvast á Havstovuni, staðið hesum skeiði.

Í samband við undirvísingina í jarðfrøðipartinum, varð nýtt undirvísingartilfar roynt. Undirvísingartilfarið er soleiðis háttað, at tað kann verða nýtt á ymsum stigum, so bæði fólkaskúlar, miðnámsskúlar og nú eisini fróðskaparsetrið kann fáa gagn av ríkidøminum í føroysku náttúruni.

Skúlasettið, ið Jarðfeingi hevur framleitt, er ætlað at styrkja innlæringina hjá næminginum við at blandað skrivligt tilfar, fysiskar lutir, amboð og annað saman við upplivingum og túrum í náttúruni. Í grótsettinum eru yvir 200 lutir (grót og steinsløg) saman við lýsingum av teimum mongu grót- og steinsløgunum.

Grótsettið er eitt skáp sum BSV hevur gjørt og sniðgivið. 36 skuffur eru í grótsettinum. 6 skuffur við grótsløgum, 18 við steinsløgum (mineralum) og 12 ymiskum jarðfrøðiligum og landafrøðiligum fyribrigdum. Eisini eru jarðfrøðilig kort, tól at navngeva og lýsa steinsløg og uppskot/stutt frágreiðing um 6 ymiskar jarðfrøðiligar útferðir. Í samband við frálæruna varð eisini skipað fyri jarðfrøðiligari úrferð í Føroyum.