Nýtt skeið: “Humangenetikk fyri læknar”, byrjar 25. februar 2012
Tað er tey seinnu árini farin fram ein stór menning innan genetikk. Í dag er tað møguligt, bæði tekniskt og fíggjarliga, at kanna viðurskifti sum vóru óhugsandi fyri bara nøkrum fáum árum síðani. Føroyskir læknar kunnu á hesum skeiðnum fáa vitan um nýggjari mýlska genetikk, genetiskar royndir og onnur viðkomandi evni innan humangenetik.
Heiti: Humangenetikk fyri læknar
Skeiðnr. : 3535.12
Námsstig: 1 ECTS
Fortreytir: Universitetsstig innan læknavísindi (MD)
Luttøkugjald: 1200 DKK
Nær: Leygardagar. 25/2, 17/3, 19/5, 2/6. Allar dagar frá kl. 10 til 17. Umleið 28 tímar í alt.
Stað: Granskingar- og menningarlonin, Ílegusavnið, J.C. Svabosgøta 43
Fyriskipari: PhD lesandi Noomi Gregersen (noomigregersen@mac.com) og Guðrið Andorsdóttir (gudrid@biobank.gov.fo) vegna Ílegusavnið, Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetur Føroya
Undirvísarar: Ymiskir fyrilestrarhaldarar, bæði úr Føroyum og Danmark
Mál: Føroyskt, danskt og norskt
Endamál: At geva luttakaranum eina grundvitan innan humangenetikk – bæði viðvíkjandi bygnaði, funktión og kanningum av arvamassum. Hendan grundvitan skal gera luttakaran føran fyri at skilja tær genetisku kanningarnar, at bíleggja genetiskar kanningar at tulka og nýta úrslitini frá teimum genetisku kanningunum til diagnostik og risikometan.
Evni: Mýlsk genetikk: Genetisk variatión, fenotypir og genotypir, gen-gen og gen-umhvørvis samspæl (interaktión). Epigenetik. Amboð innan genetik: Bioinformatik, databasur, genetiskar kanningar av einkult nukleotid polymorfiðum og øðrum polymorfiðum, genom skanning, DNA sekventering; navngevan av genum. Populatiónsgenetikk. Epidemiologi. Pre- og postnatal diagnostik. Genterapi. Persónifiserað genetik. Bílegging og tulking av genetiskum kanningum. Genetisk ráðgeving. Lógir viðvíkjandi genetiskari gransking. ELSI (etiskar, lógfrøðiligar og sosialar avleiðingar). Humant mikrobiom. Ymisk Føroysk dømir um arbeiði innan humanari mýlis genetik: Genetiskir risikofaktorar fyri panikangist; DNA sekventering av skizofreni pasientum; FarGen projektið.
Døming: Luttøka til alt skeiðið.
Lestrarlisti: Kopiera tilfar
Tilmelding: Ílegusavnið, secretary@biobank.gov.fo Fyll út oyðublað:
www.setur.fo/fileadmin/user_upload/NVD/Oydublod/VattanUmInnskrivingNytt.pdf , viðmerk Stakskeið nr. 3535.12
Kontaktpersónur vegna Fróðskaparsetrið: Svein-Ole Mikalsen, sveinom@setur.fo
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...