Nýtt skeið í Bioetikki
21.01.2016
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Nýtt skeið í Bioetikki

Fyrst í februar byrjar nýtt skeið í bioetikki á Søgu- og samfelagsdeildini. Jógvan D. Hansen undirvísir á skeiðnum, sum er á bachelorstigi og telur 10 ECTS. Stakgreinalesandi kunnu eisini takað skeiðið.


Menningin innan biotøkni og biovísindi gongur skjótt í hesum árum. Hettar letur upp fyri stórum møguleikum innan heilsuvísindi og tøkniliga menning, ið hava týdning fyri einstaklingin og samfelagið sum heild. Men samstundis reisir menningin fleiri grundleggjandi etiskar spurningar, sum vit ikki koma uttan um at fyrihalda okkum til. Bioetikkur viðger eina røð av hesum spurningum. Sum dømi kunnu nevnast ílegugransking, genterapi, kynsbótartøkni v.m.

Bioetikkur umskarast eisini við medisinskan etikk. Her eru tað spurningar so sum fosturdiagnostikkur, heiladeyðskriteriið, organflutningur, eftirgjørdur gitnaður, virkin deyðshjálp v.m.

Skeiðið miðar ímóti at lýsa, hvussu hesir spurningar verða viðgjørdir frá einum moralfilosofiskum sjónarmiði. Í hesum høpi verður eisini lýst, hvat etisk argumentatión er, og hvørjum fortreytum hon hvílir á, og hvussu etisk argumentatión kann nýtast til at viðgera bioetiskar spurningar.

Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi tilvitaðan um etiskar spurningar í samband við biotøkni og biovísindi, og hvussu hesir spurningar verða viðgjørdir útifrá einum moralfilosofiskum sjónarmiði.

Skeiðið byrjar 3. februar, og endar 18. mai. Undirvíst verður mikudagar kl. 13-15.

Sí skeiðslýsing her

Sí tímatalvu her