Fjølbroyttu Føroyar freerangestock.jpg
Í Føroyum búgva fólk úr meira enn hundrað ymiskum londum, og nú setir Setrið tilflyting á tímatalvuna (Foto: freerangestock.com)
Brynhild Thomsen
20.05.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Nýtt stakskeið: Fjølbroyttu Føroyar

Í heyst bjóðar Søgu- og samfelagsdeildin út nýtt stakskeið um Føroyar og tilflyting fyri at geva vitan og førleikar um altjóða flytføri, tilflyting og mentanarligt fjølbroytni

Føroyska fólkasamansetingin er tey seinnu árini vorðin nógv meira fjølbroytt. Sambært Útlendingastovuni vóru við ársskiftið 2102 útlendingar úr tilsamans 107 ymiskum londum her, 974 kvinnur og 1128 menn.

Summi eru í Føroyum fyri at arbeiða, nøkur lesa, meðan onnur búgva her og hava familju her.

Fleiri lyklatøl hjá útlendingastovuni eru at síggja her.

Fróðskaparsetrið bjóðar í heyst nýtt stakskeið út á bachelorstigi, sum eitur Fjølbroyttu Føroyar.

Endamálið við skeiðnum, sum Søgu- og samfelagsdeildin skipar fyri, er at varpa ljós á tilflyting í Føroyum og at geva tí lesandi vitan og førleikar at greina aktuellar spurningar um altjóða flytføri, tilflyting og mentanarligt fjølbroytni.

Á skeiðnum verður sjóneyka sett á tilflyting sum samfelagsligt fyribrigdi í Føroyum, og tað verður sett í altjóða samanhang. Undirvíst verður í hugtøkum og ástøði til at viðgera migration og mentanarligt fjølbroytni sum eitt søgu- og samfelagsligt fyribrigdi.

Dentur verður lagdur á tvørfakliga tilgongd, og evni, sum verða viðgjørd, eru millum annað altjóðagerð og altjóða flytføri, immigratión, inklusión, marginalisering, demokrati, borgaraskapur, integrationsmyndlar (assimilation, "meltingpot", mosaik), arbeiðsmarknaður, kyn, mentanarligt margfeldni og kosmopolitisma.

Skeiðið er viðkomandi fyri øll, sum hava áhuga í evninum, og fyri tey, sum arbeiða har, ið føroyingar og tilflytarar møtast.

Eftir lokið skeið skal tann lesandi megna at lýsa tilflyting og nýggjar fólkasamansetingar í Føroyum í eldri og nýggjari tíð, greiða frá ástøði um immigratión, mentanarmunir og samfelag, greina aktuellar spurningar um immigratión, inklusión og marginalisering í nútíðarsamfelagnum.

Upptøkutreytin er miðnámsskúlaprógv ella líknandi førleikar. Skeiðið er partur av fulltíðarlestri á Setrinum, og tí er upptøka til stakskeið eisini treytað av, at pláss eru tøk.

Skeiðið gevur tær 10 ECTS-stig, og prísurin er 200 krónur fyri hvørt stigið.

Lesið meira um skeiðið her.

Umsóknarfreist er 17. august 2021.

Umsóknarblað er her.