Nýtt stýri fyri Fróðskaparsetur Føroya
23.12.2016
Setursskrivstovan
Skriva út

Nýtt stýri fyri Fróðskaparsetur Føroya

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett nýtt stýri fyri Fróðskaparsetur Føroya


Í stýrinum sita sjey limir. Landsstýriskvinnan velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir og tey lesandi velja ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Valskeiðið er 4 ár, fyri tey lesandi er skeiðið 1 ár.

Limirnir uttaneftir skulu hava univesitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi. Teir skulu til samans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Limirnir skulu til samans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.

Stýrið er evsti myndugleiki Fróðskaparsetursins. Stýrið velur formann og næstformann millum teir av landsstýriskvinnuni uttaneftir tilnevndu stýrislimir. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.

Frá 1. januar 2017 eru limirnir í stýrinum hesir:

 
Stýrislimur: Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum

Varalimur: Heidi Poulsen, arkitektur

 
Stýrislimur: Ólavur Ellefsen, stjóri

Varalimur: Hans Pauli Strøm, sosiologur

 
Stýrislimur: Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet

Varalimur: Martin Zachariasen, dekanur Syddansk Universitet

 
Stýrislimur: Guðrún Nordal, stjóri á Stofnun Árna Magnússonar, Reykjavík

Varalimur: Guðrun Gaard, ph.d. í føroyskum

 
Stýrislimur: Gestur Hovgaard, starvsfólkaumboð, lektari, Søgu- og samfelagsdeildin

Stýrislimur: Svein-Ole Mikalsen, starvsfólkaumboð, professari, Náttúruvísindadeildin

Varalimur: Sára Joensen, deildarskrivari, Føroyamálsdeildin
Varalimur: Hans Harryson, námslektari, Námsvísindadeildin

Stýrislimur: Silja Aldudóttir, umboð teirra lesandi, MA-lesandi á Føroyamálsdeildini (fyri 2017)

Varalimur: fyri umboð teirra lesandi: Emil Hermansen, løgfrøðilesandi á Søgu- og samfelagsdeildini (fyri 2017).

 
Stýrið er sett fyri fýra ár, tíðarskeiðið er 1. januar 2017 til 31. desember 2020

Kelda: www.mmr.fo