Nýtt um útbúgvingaravmarking: Meirilutin slakar
12.02.2017
Setursskrivstovan Lestrarskrivstovan Altjóða Skrivstovan Til lesandi
Skriva út

Nýtt um útbúgvingaravmarking: Meirilutin slakar

Nú verður allíkavæl møguleiki fyri at taka tvær útbúgvingar. Fráboðaða avmarkingin, ið innibar at tað frá sumrinum 2017 ikki longur fór at verða møguligt at taka fleiri hægri útbúgvingar, verður slakað.

Tað skal vera møguligt at taka eina nýggja útbúgving, hóast mann longu hevur lokið prógv á einum hægri lærustovni. Tað skulu bara ganga seks ár, áðrenn tú byrjar upp á eina nýggja útbúgving.

Hetta er niðurstøðan í nýggjari avtalu millum stjórnina, Dansk Folkeparti og Socialdemokratiet, sum eisini stóðu aftanfyri upprunaliga uppskotið um avmarking av dupultútbúgvingum.

Hetta veit Politiken.dk at siga.