Nýtt vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini
Skriva út

Nýtt vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini

Sanna Andrassardóttir Dahl byrjar í starvinum 1. februar


Sum vísindaligt hjálparfólk fer Sanna m.a. at røkja Bandasavnið. Í Bandasavninum eru upptøkur við frásagnum, kvæðum og sangum, bæði úr eldri og nýggjari tíð. Í alt eru uml. 2100 ljóðbond á goymslu. Fyri framman stendur stóra uppgávan at fáa savnið talgilt og lættari atkomiligt. Harumframt fer Sanna at vera vísindastarvsfólkunum á Føroyamálsdeildini til hjálpar, t.d. í sambandi við ráðstevnur, kunning av ymsum slag, seminar og vísindaligar útgávur.

Sanna hevur kandidatútbúgving í bókmentavísindum frá universitetinum í Lund, BA-nám í íslendskum frá Háskóla Íslands og er um at vera liðug við seinastu próvtøkurnar í hjánámi í føroyskum. Hon hevur úr øðrum størvum royndir við skráseting og tænastuveiting.

Í alt 25 umsóknir vóru til starvið.