Nýtti kvotu 2-møguleikan sum lopfjøl
12.04.2016
Føroyamálsdeildin Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Nýtti kvotu 2-møguleikan sum lopfjøl

John Mikkelsen hevur í mong ár starvast í KT-vinnuni. Í 2012 søkti hann eftir kvotu 2 um at verða tikin inn á Setrið at lesa føroyskt. Í 2015 leyk hann prógv sum B.A. í føroyskum máli og bókmentum. Í dag starvast hann m.a. við máltøkni, har hann brúkar bæði sínar málfakligu og sínar KT-fakligu førleikar


John Mikkelsen er 48 ára gamal og hevur lokið B.A.-prógv í føroyskum á Setrinum. Eftir 9. flokk tók hann FHS, arbeiddi eitt ár, las so til KT-atstøðing í Danmark. Heimafturkomin arbeiddi hann fyrst hjá Elektron og Faroe Seafood Prime, áðrenn hann fór á Formula, har hann hevur verið í mong ár.

Fyrireiking gjørdi munin

Hann søkti fyrstu ferð inn á føroyskt í 2006 eftir eini undantaksreglu, men slapp ikki inn. Hann søkti aftur í 2012, og hesa ferð hevði hann fyrireikað seg: Eftir ráðum frá Setrinum hevði hann frammanundan tikið føroyskt og danskt á A-stigi, umframt eitt árs miðnámsprógv (HH).

- Eg slapp inn eftir kvotu 2, og í 2015 leyk eg B.A.-prógv í føroyskum máli og bókmentum, sigur John.

Sameinir sínar førleikar

Hann leggur dent á, at tað hevur verið av stórum týdningi, at arbeiðsgevarin hevur givið honum umstøður at lesa. Í dag sameinir hann sínar fakligu førleikar, mál- og KT-førleikar, í sínum starvi.

- Eg havi alla tíðina havt tað fyri eyga at nýta mítt B.A.-prógv til at arbeiða við máltøkni, og tað geri eg longu í verkætlanini “IcelandicOnline -> FaroeseOnline”, sum er frálærutilfar til útlendingar á netinum. Harumframt eri eg við til at dagføra eina netorðabók, eg geri undirvísingartilfar til føroyskt á netinum og skal undirvísa útlendingum í summar, greiðir John frá.

Kvotu 2-skipanin ein góður møguleiki

John heldur, at kvotu 2-skipanin er ein góður møguleiki fyri fólk við arbeiðsroyndum, sum umhugsa at leggja aftrat sínum førleikum ella kanska at fara aðra starvsleið. Sjálvur ætlar hann sær at leggja uppaftur eitt klípi afturat sínum førleikum:

- Eg umhugsi at taka okkurt innan hagtøl – kanska lesa støddfrøði hálva tíð, sum er eitt tilboð á Setrinum nú í heyst. So havi eg førleikar í føroyskum, hagfrøði og KT - hetta er ein samanseting, sum ikki er so vanlig her hjá okkum, sigur John Mikkelsen at enda.

Í morgin mikudag skipar Lestrarskrivstovan fyri kunning, har áhugað kunnu fáa hollan kunnleika um, hvussu ein kvotu 2-umsókn verður fyrireikað og skrivað.