Nyttusamfelagið
Eitthvørt samfelag er grundað á politiskt-filosofiskar tankar og idéir, ið spretta úr eini sannføring um, at ávís virði eru grundarlag undir góða lívinum. Og góða lívið kann í hesum høpi merkja rætta lívið, dygdarmesta lívið ella virðismesta lívið.
Vit hava lyndi til at halda, at júst okkara samfelag, bæði tá ið umræður tíð og stað, er hitt besta – ella sagt við øðrum orðum, at tað er tað samfelag, sum byggir á hægstu virði.
At síggja samtíðina í einum klárum ljósi er nærum ógjørligt, og aftur og aftur fella vit fyri at tulka samtíðina sum verandi meira lýtaleysa, enn hon seinni vísir seg at hava verið. Áratíggju fara at varpa ljós á hana – árahundrað kunnu hyggja at henni uttan ein feril av samkenslu ella nostalgi.
Ein av ráðandi virðishugsjónunum í samfelagi okkara er tað, ið ein á fakmáli kallar utilitarismu. Heitið stavar frá bretska orðinum utility, sum merkir nytta. Idéin um nyttu og nyttuetikk varð ment í Upplýsingartíðini, og fekk henda hugsan ovurstóra ávirkan í síni samtíð. Idéin hjá bretska heimspekinginum, Jeremy Bentham (1748-1832) snúði seg um, at til tess at røkka størst møguligu eydnu fyri flest møgulig fólk, mátti ein rokna avleiðingarnar av politiskum og samfelagsligum avgerðum út sum eitt roknistykki. Hetta var sjálvur kjarnin í utilitarismuni, og fekk hugsanin rættiliga fastatøkur í europeiska fólkaræðinum – nakað sum sæst aftur enn tann dag í dag.
Eitt sera feskt dømi um ráðandi utilitaristisku tankagongdina í samtíðini er átakið at koppseta smá børn ímóti beinkrími fyri at verja gomul og veik ímóti smittu. Átakið er avleiðing av koronu-smittuni, ið hevur herjað um allan heimin seinastu tvey árini, og sum hevur sett gomul og veik í eina meira sárbæra støðu, enn tey vanliga eru í, tá ið veturin kemur við nýggjum beinkrím-frábrigdum.
Vanligt hevur verið, at gomul og veik hava fingið í boði at verða koppsett ókeypis ímóti beinkrími. Nú vilja heilsumyndugleikar koppseta børn til tess at verja hesi gomlu og veiku ímóti smittu.
Hetta kann síggjast sum dømi um eina utilitaristiska tankagongd, ið trumfar yvir onnur grundleggjandi etisk virði, so sum at menniskju ikki eiga at nýtast sum miðlar fyri onnur – men altíð sum endamál í sjálvum sær.
Tá ið man velur at koppseta frísk børn, uttan at hetta tænir børnunum sjálvum – kanska tvørturímóti – so eru børnini miðil fyri gomul og sjúk. Sambært nyttuetisku hugsjónini, so eru møguligu avleiðingarnar fyri børnini verdar at liva við, av tí at átakið kann bjarga lívinum hjá útsettum borgarum. Roknistykkið talar við øðrum orðum fyri at koppseta børnini.
Nyttuetiska hugsjónin hevur verið ráðandi – og vaksandi – seinastu mongu áratíggjuni. Hesin hugsanarháttur er inngrógvin á flest øllum stovnum og hjá flest øllum borgarum. Hetta merkir tó ikki, at hugsjónin er røtt ella leiðir okkum til tað góða lívið.
Tað er ikki ein sjálvfylgja, at tað at bjarga lívum altíð er tað rætta líka mikið hvussu hetta fer fram. Tað er ei heldur nøkur sjálvfylgja, at hóast hjáárinini hjá koppsettum børnum ikki eru lívshóttandi, so er etiskt rætt at brúka børnini sum miðil til tess at verja gomul og sjúk ímóti herviligari smittu.
Idéir innan politiska filosofi hava ávirkan á alt samfelagið – og dømið um koppsettu børnini vísir okkum eitt nú, hvussu hesar hugsjónir beinleiðis ávirka heilsumyndugleikarnar. Umráðandi er, at granskað verður innan reint ástøðilig fakøki sum politiska filosofi og etikk. Gomlu hugsjónirnar mugu bjóðast av og nýggjar avbjóðingar, eitt nú innan medisinska og tøknifrøðiliga menning, krevja djúphugsan og sterk argument til tess at varðveita eitt samfelag, grundað á virðing fyri hvørjum einstøkum menniskja.
Hesin bloggurin stóð í Dimmalætting 23. januar 2022
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...