Magni Mohr samrøðu í Breddanum í úv (2).JPG
Magni Mohr, dekanur og granskari hevur verið nógv í miðdeplinum í sambandi við COVID-19 og úrvalsfótbólt (Foto: Brynhild Thomsen)
22.06.2020
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Oddagrein í British Journal of Sport Medicine

Magni Mohr, professari á Setrinum hevur saman við serfrøðingum í medisinsku deildini hjá spanska fótbóltssambandinum, spanska læknafelagnum, umframt læknum og fysiologum úr ensku Premier League skrivað oddagrein í ítróttamedisinska tíðarritið, “British Journal of Sport Medicine”

Greinin ber heitið “Position Statement of the Royal Spanish Football Association for the resumption of football activities after the COVID-19 pandemic”.

Greinin viðger, hvussu úrvalsfótbóltsspælarar á mest skynsaman hátt aftur kunnu byrja at venja og spæla fótbólt á hægsta altjóða stigi við atliti at smittuvanda, skaðaváða og avriki.

- Vanliga er ovurstórt fokus á stóru fótbóltskappingarnar í Spania, Italia og Onglandi, og tað verður ikki minni nú, tá ið alt byrjar aftur eftir drúgva koronusteðgin, sigur Magni Mohr, sum væntar, at oddagreinin fær altjóða uppmerksemi.

At grein er skrivað saman við medisinska toyminum í spanska fótbóltssambandinum og serfrøðingum í fysiologi og medisini úr m.a. ensku fótbóltsliðunum, Tottenham og Chelsea, umframt universitetsheiminum er serstakt.

Samansetingin av fjøltáttaðu fakligu førleikunum ger, at læknafrøðiligi parturin í sambandi við smittuvandan av COVID-19, epidemiologiski parturin viðvíkjandi økta skaðaváðan og ítróttafysiologiski parturin, tá tað snýr seg um kropsligu avrikini, eru neyvt viðgjørdir vísindaliga.
Nýggja greinin í British Journal of Sport Medicine er triðja vísindaliga greinin hjá Magna Mohr um serstøku støðuna við COVID-19.


Lesið greinina her.