01.02.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

ODF nýggjur dokumentstandardur?

Fríggjadagin varð semja gjørd á Fólkatingi um, at Staturin frá 1. apríl 2011 bert skal brúka opnar dokumentstandardar. Tí tykist tað í løtuni, sum allir statsligir stovnar skulu brúka ODF-formatið, ið m.a. Open Office nýtir.


Á Fólkatingi er gjørd breið semja um, at almennir myndugleikar skulu samskifta við opnum standardum. Hetta verður gjørt fyri at stimbra nýtslu av ritbúnaði, ið byggir á opnar standardar, og serstakliga fyri at tryggja, at borgarar og virkir ikki eru heft at ávísum skrivstovupakkum ella stýrisskipanum í teirra samskifti við tað almenna.

Hetta verður gjørt soleiðis, at ein serfrøðinganevnd ger og dagførir ein lista yvir kravdar opnar standardar í tí almenna. Millum krøvini fyri at sleppa á listan eru fylgjandi

  • Standardurin skal vera skjalfestur út í æsir og alment atkomuligur.
  • Standardurin skal frítt kunna implementerast uttan fíggjarligar, politiskar ella løgfrøðiligar bindingar í implementering og nýtslu.
  • Standardurin skal vera góðkendur av altjóða viðurkendum standardiseringsstovni, t.d. ISO, og hann skal vera standardiseraður og viðlíkahildin í einum opnum forumi og í eini opnari tilgongd.
  • Tað skal kunna ávísast, at standardurin kann implementerast av øllum, beinleiðis - í allari síni heild - á fleiri platformum.
  • Standardurin skal arbeiða saman við allar hinar standardarnar á listanum.

Einasti standardurin, ið higartil er staðfestur at vera á listanum, er ODF standardurin, ið verður brúktur av m.ø. OpenOffice.org. Hetta er ein skrivstovupakki, ið ókeypis fæst á netinum, og sum kann brúkast til fleiri ymiskar stýrisskipanir - m.a. Windows, Linux, Mac OSX. Sum flestallir aðrir skrivstovupakkar hevur OpenOffice.org forrit til tekstviðgerð, formlar, rokniark, framløgur, tekningar og dátugrunnar.

Tað er stór ósemja um OOXML standardurin hjá Microsoft Office kann verða upptikin á listan áðrenn freistina 1. apríl 2011, men tó liggur tað í øllum førum fast, at tá talan er um skjøl, ið skulu kunna broytast, so hevur tað almenna skyldu at kunna móttaka skjøl í ODF standardinum. Harumframt skulu øll slík skjøl, ið verða send út frá tí almenna, í minsta lagi sendast út í ODF-standardinum.

Tá talan er um skjøl, ið bert skulu lesast og ikki skulu kunna broytast, liggur tað eisini fast, at tað almenna hevur skyldu at kunna móttaka skjøl í PDF-formati. Harumframt skulu øll slík skjøl, ið verða send út frá tí almenna, í minsta lagi sendast út í PDF-formati.

Tryggja dátulesnað

Líka síðani teldurnar gjørdu innrás í almennu umsitingini, hevur ein stórur trupulleiki verið at tryggja, at dáta kann flytast millum ymsar teldur og ymsar teldurskipanir. Hópin av elektroniskum dátutilfari er farið fyri skeytið, tí tað liggur í ikki lesbarum formati ella á goymslusløgum, ið ikki vera brúkt longur. Eisini hevur ein stórur trupulleiki verið, at kunna lesa nýggj skjøl við gomlum forritum og øvugt. T.d. hava funktiónir í rokniørkum havt ymisk nøvn alt eftir hvørjum máli forritið var á, eisini datoformat og desimalkomma hava givið stórar trupulleikar. Sum eitt av teimum nýggjastu dømunum kann nevnast trupulleikin við at lesa Microsoft Office 2007 skjøl (t.d. skjøl við endingum .docx) á Microsoft Office 2000-2003.

Nógvur peningur at spara

Tað er eingin orsøk at dylja, at henda semja eisini leggur upp til at fáa tað almenna, eins væl og einstaklingar og virkir, at brúka ókeypis open-source forrit. Samstundis skal avtalan vera við til at forða, at ávísir veitarar fáa einkarrætt og gera sær dælt av hesum.

Kemur hetta at ávirka Føroyar?

Tað er enn alt ov tíðliga at meta um, hvat fer at henda, og hvussu íverksetanin verður - ikki minst verður avgerðandi um OOXML sleppur við á listan. Men givið er, at tað eisini er av stórum týdningi, at vit eisini fylgja við í hesum kjaki. Á Setrinum hevur ein royndarbólkur í longri tíð nýtt OpenOffice.org í staðin fyri Microsoft Office. Royndirnar av hesum hava í stóran mun verið góðar, men eitt høvuðsvansi hevur verið, at eingin føroyskur rættstavari er gjørdur til OpenOffice.org. Men samanborið við tær upphæddir tað leypandi kostar at dagføra Microsoft Office, kundi passandi verið ein góð íløga at gjørt ein føroyskan rættstavara til OpenOffice.org.

Orðafrágreiðingar:

  • ODF stendur fyri OpenDocument Format (verður brúkt til ókeypis skrivstovupakkan OpenOffice.org - fíluendingar: .odt, .odp, .ods, .odg)
  • OOXML stendur fyri Office Open XML (verður brúkt til skrivstovupakkan Microsoft Office - fíluendingar: .docx, .pptx, .xlsx)
  • PDF stendur fyri Portable Document Format (verður brúkt til ókeypis kagaran Adobe Acrobat Reader - fíluending: .pdf)
  • ISO stendur fyri International Organization for Standardization