Free download education httpfeelgrafix com1013611 (2).jpg
Setrið bjóðar mong skeið til fólk, sum vilja hvessa sær vitið, men ikki hava tørv á at taka eina heila útbugving (Foto: feelgrafix.com/1013611)
Brynhild Thomsen
23.07.2020
Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Lestrarskrivstovan
Skriva út

Ørgrynna av stakskeiðum á Setrinum

Hópurin av støkum skeiðum eru í at velja, um tú hevur hug at koma á Setrið í heyst at styrkja tínar førleikar ella bara fáa iblástur. Umsóknarfreistirnar eru um hálvan august

- Eg bleiv hvassari við samráðingarborðið.

Soleiðis sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum í breddanum ovast her á heimasíðuni (sí forsíðuna).

Í sínum arbeiði hevur Marita Rasmussen ábyrgdina av samráðingunum fyri arbeiðsgevararnar á privata arbeiðsmarknaðinum, og tá er neyðugt at kenna galdandi lógir og reglur. Hon valdi at taka stakskeið í arbeiðsrætti á Fróðskaparsetrinum, og - sum hon sjálv sigur - so bleiv hon við hesum førleikunum "hvassari við samráðingarborðið".

Fróðskaparsetrið hevur aftur í heyst mong spennandi stakskeið á tímatalvuni, og vert er at leggja sær í geyma, at umsóknarfreistirnar eru um hálvan august.

Frálíkur møguleiki

Stakgreinalestur er til fólk, sum fylgja undirvísing og fara til próvs í einstøkum lærugreinum ella skeiðum uttan at vera innskrivað til fullan lestur.

Hetta er tí ein góður møguleiki hjá fólki, sum annars arbeiða ella ikki ætla sær at taka eina heila útbugving.

Tú kanst taka skeið í veðurlagsbroytingum, eiturfrøði, orðlist, fiskivinnusøgu, komparativum politikki og mongum, mongum øðrum.

Útbúgvingar á Setrinum eru jú settar saman av støkum skeiðum, og tí ber til at tekna seg til stakskeið og taka prógv í teimum, um pláss eru tøk.

Harumframt verða eisini serlig gjaldsskeið boðin út, har skikkaðir umsøkjarar kunnu tekna seg.

Hetta er frálíkur møguleiki at eftirútbúgva seg ella vinna sær innlit í eina nýggja lærugrein.

Tilboð á Føroyamálsdeildini

Á Føroyamálsdeildini er bukettin av stakskeiðum litrík og okkurt spildurnýtt er eisini ímillum.

Sunleif Rasmussen, námslektari fer at undirvísa í tónleikaástøði. Á skeiðinum læra studentarnir at meta um tónlist og læra eisini at samskifta neyvt um hetta. Lesið meira um stakskeiðið í tónleikaástøði her.

Føroymálsdeildin bjóðar eisini tvinni skeið, sum eita "Orð- og myndlist og veruleiki", annað á BA-stigið, hitt á MA-stigi. Tað er Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum, sum stendur fyri skeiðunum í orðlist, myndlist og veruleika.

Somuleiðis hevur Jógvan í Lon Jacobsen, professari í málfrøði ábyrgd av skeiði í orðabókafrøði á BA-stigi og MA-stigi, eins og skeið eru í mentanararvi á BA-stigi og MA-stigi. Tóta Árnadóttir, adjunktur í skaldskapi av mannamunni hevur ábyrgd av skeiðunum í mentanararvi.

Føroyamálsdeildin bjóðar eisini skeið í fólkanavnafrøði á BA-stigi og MA-stigi. Og tað er Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði, sum borgar fyri dygdini á teimum.

Lesið meira um tilboðini á Føroyamálsdeildini her.

Umsóknarfreistin til umrøddu skeiðini á Føroyamálsdeildini er 15. august, og stutt kunning og umsóknarblað er her.

Tilboð á Náttúruvísindadeildini

Á Náttúruvísindadeildini er útboðið av stakskeiðum eisini sera fjølbroytt í heyst. Skeiðini eru hesi:

Fróðskaparhegni, vísindaástøði og etikkur, sum Hóraldur Joensen, lektari í evnafrøði hevur ábyrgd av.

Stødd- og hagfrøði fyri lívfrøðingar, sum Benadikt Joensen, námslektari í orkuverkfrøði borgar fyri.

Fiskifrøði er stakskeið, har Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði er ábyrgdarhavari.

Feltskeið í vistfrøði hjá Anni Djurhuus, adjunkti í vísfrøði, og skeiðið, Plantur og djór í Føroyum, sum Svein-Ole Mikalsen, professari í mýlskari lívfrøði hevur ábyrgdina av. Almenn lívfrøði er eisini skeið, sum Anni Djurhuus borgar fyri, eins og stakskeiðið, Veðurlagsbroytingar.

Eiturfrøði er forvitnisligt skeið, sum Jónrit Halling, lektari í mýlskari lívfrøði stendur fyri, og Svein-Ole Mikalsen, professari hevur eisini tvey onnur skeið, Mýlsk kyknulívfrøði og Bioinformatikkur í verki undir hond.

Umsóknarblað til stakskeið á Náttúruvísindadeildini er her.

Set teg annars í samband við deildina, um tú ynskir fleiri upplýsingar á nvd@setur.fo.

Tilboð á Søgu- og Samfelagsdeildini

Á Søgu- og samfelagsdeildini er ørgrynna av stakskeiðum í heyst.

Stakskeið eru á bachelor- og masterstigi, og treytin fyri upptøku er, at fulltíðarlesandi ikki hava tikið øll plássini.

Her kanst tú m.a. lesa sosiologi, antropologi, stjórnmálafrøði, idésøgu, taka skeiðið "Fjølbroyttu Føroyar", lesa um føroyska fiskivinnusøgu, fyrisitingsarlóg, almennan politikk og umsiting, lesa um eldri føroyska søgu ella heimssøgu, sosialvísindi, strategi, rómverjarætt, ognarrætt, føroyska løgsøgu, kirkjurætt og altjóðarætt.

Lesið meira um øll hesi skeiðini og onnur við her

Tilmelding fer fram við at útfylla umsóknarblað, ið fæst her.

Umsókn og skjøl skulu sendast til SSD@setur.fo.

Umsóknarfreistin er 17. august 2020.

Umframt øll skeiðini, sum nevnd eru í hesi greinini, koma eisini onnur gjaldsskeið á skránna, og tá verður lýst við teimum.