Øvut flokshøli og øvut læring
Mikudagin 26. november skipar Fróðskaparfelagið fyri limatiltakinum Glotta á Námsvísindadeildini á Setrinum. Vár í Ólavsstovu adjunktur í móðurmálsnáms- og undirvísingarfrøði fer at hava framløgu um øvut flokshøli og øvuta læring. Tiltakið verður í stovu 54 og byrjar kl. 15.
Øvut flokshøli og øvut læring, sum á enskum verður nevnt flipped classroom og flipped learning vindur alt meira upp á seg, meira lesandi og næmingar sum heild hava netatgongd og nýta teldur, teldlar og telefonir o.t. allan sólarkringin.
Í stuttum merkir hetta, at tað sum vit vanliga meta sum frálæru í flokshølinum verður gjørt heima og heimaarbeiðið verður gjørt í skúlanum. Lærarin verður framvegis serfrøðingurin, men hann hevur í størri mun einstaklingaundirvísing og leiðbeinir í uppgávuloysnum og lærir frá sær við uppgávu- og problemloysnum sum fakdidaktiska útgangsstøðið. Tveir persónar eru týdningarmiklir, tá ið tosað verður um øvut flokshøli ella øvuta læring, teir eru amerikumenninir: Jonathan Bergmann og Aaron Sams, sum í mong ár hava arbeitt sum kemilærarar á miðnámsskúla. Hesir hava í nógv ár arbeitt við øvutum flokshøli, og um undirvísing á henda hátt siga teir, at næmingar í dag skilja, hvat talgild læring snýr seg um, og at teir sum lærarar einans tosa við næmingarnar á teirra egna máli (Bergmann&Sams. 2014: 30). Um atfinningarnar, at næmingar frammanundan brúka ov nógva tíð við talgildum miðlum, siga teir, at teir brúka talgilda videomentan í staðin fyri at berjast í móti henni (Bergmann&Sams. 2014: 30/31).
Bergmann og Sams vísa á, at við øvutum flokshøli brúka teir meira tíð til veiku næmingarnar í mun til fyrr, tí tá vóru tað teir góðu næmingarnir, sum tóku lut og spurdu í undirvísingini, nú hava hesir næmingar sum oftast fingið svarið í filminum, og meira tíð verður at hjálpa teimum veikaru og svara teirra spurningum (Bergmann&Sams. 2014: 33). Við tað, at stórur partur av lærarans tíð snýr seg um at hjálpa næmingunum, kann hann málrætta undirvísingina til einstaka næmingin. Næmingar, sum skilja skjótt, hava ikki fyri neyðini at loysa so nógvar uppgávur. Slíkur arbeiðsháttur verður eitt slag av einstaklinga arbeiðssáttmálum, sum verður undirskrivaður av hvørjum næmingi sær, har teir verða noyddir at prógva sína fatan av fakliga tilfarinum. Næmingar virða hesa skipan, tí teir skilja, at lærarin ikki er áhugaður í bara at halda teimum í gongd, men at tað snýr seg um læring.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...