Oft er gott þat er gamlir kveða - Introduction to Medieval Icelandic Literature
Føroyamálsdeildin bjóðar í vár stuttskeið á enskum við gestalærara av Háskóla Íslands.
Skeiðið er innleiðsla í norrønan skaldskap og ætlað at geva yvirlit yvir uppruna, innihald og menning av mest umráðandi norrønu tekstsløgunum - Eddukvæðum, Snorra eddu, Drottkvæðum og íslendingasøgum. Tað er Anita Sauckel av Háskóla Íslands, sum fer at undirvísa tríggjar seinnapartar fyrstu vikuna í mars, tveir tímar hvørja ferð. Undirvísingin fer fram á enskum og er liður í Nordplus-samstarvi millum Háskóla Íslands og Fróðskaparsetrið.
Skeiðið er kravdur partur av undirvísingini í norrønum í vár, men onnur lesandi á FMD ella uttanhýsis studentar við samsvarandi førleika, kunnu eisini taka lut í tímunum. Skeiðið er ókeypis, og áhugaði kunnu skriva til totaa@setur.fo til tess at fáa nærri kunning um lesitilfar og annað.
Tímarnir liggja soleiðis í Loftsstovuni á FMD:
5.3 týsdag 12.30-14.15
6.3 mikudag 12.30-14.15
7.3 hósdag 13.30-15.15
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...