15.12.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Og dansurin gongur...

Í døgunum 20. til 24. juli komandi ár fara kvæði og dansur at seta enn størri dám á býarmyndina í Havn, enn tey plaga at gera hægst á summari. Hesar dagarnar verður stór kvæðaráðstevna í Norðurlandahúsinum. Á ráðstevnuni fara føroyskir og útlendskir granskarar at lýsa og viðgera kvæði úr øllum hugsandi sjónarhornum í fyrilestrum og verkstovum.


Tað er H.N. Jacobsens bókahandil, sum hevur tikið stig til ráðstevnuna í sambandi við, at tað komandi ár eru 150 ár liðin, síðani handilin læt upp á fyrsta sinni. Ráðstevnan verður fyriskipað í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya, sum komandi ár eisini kann hátíðarhalda rundan føðingardag, tí tá verða 50 ár, síðani Fróðskaparsetrið varð sett á stovn.

Ráðstevnan er skipað í seks høvuðsevnum, sum eru: 1. Føroysku kappakvæðini, 2. Føroyski dansurin, 3. Kvæðasøgurnar, 4. Norðurlendsk kvæði, 5. Føroysk og norðurlendsk kvæði í altjóða eygum, 6. Kvæði í víðari mentanarligum høpi. Undir hesum síðsta evninum verður m.a. viðgjørt, hvussu kvæðini ávirka nútíðarmentan á ymiskum økjum.

Høvuðsfyrilesarar verða: Andrea S. Opielka, dr., Ann-Mari Häggman, professari, Eyðun Andreassen, professari, Louis-Georges Tin, professari, Olav Solberg, professari emeritus, Peter Andersen, professari, og Velle Espeland, mag. art. Ráðstevnan hevur fingið peningaligan stuðul frá Nordisk Kulturfond.

Næsta stóra takið er at fáa so nógvar áhugaverdar fyrilestrar á skránna, sum til ber, og fyrireikarnir vóna, at áhugin fyri at luttaka á ráðstevnuni við fyrilestri er stórur. Uppskot til fyrilestrar skulu lýstast í úrtaki, ið skal vera millum 300 og 500 orð. Úrtøkini verða javnlíkamett, og freistin at lata inn uppskot er 1. februar 2015. Úrtøk skulu sendast til info(at)ballads2015.fo.

Á heimasíðuni ballads2015.fo eru fleiri upplýsingar um ráðstevnuna, og hvussu tú kanst tekna teg til at luttaka á henni.

Lýsing eftir úrtøkum:




Lysing_eftir_urtokum_-_Ballads_2015_-_nov_2014_01.pdf
Call_for_Papers_-_Ballads_2015_-_Nov_2014.pdf