Ókeypis snarskeið í greinaskriving
22.03.2012
Altjóða Skrivstovan Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning Føroyamálsdeildin
Skriva út

Ókeypis snarskeið í greinaskriving

Mánadagin 26. mars verður snarskeið í greinaskriving frá kl. 16-17.


Kári á Rógvi lektari á Søgu- og samfelagsdeildini og fyrrverandi løgtingsmaður kemur við góðum ráðum, hvussu mann skrivar góðar og fangandi greinar. Snarskeiðið er tað triðja av átta snarskeiðum, sum MFS í samstarv við Setrið fyriskipar fyri lesandi í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð.
 
Inngongd: Mann kann ganga inn gjøgnum dyrnar frá parkeringsøkinum á Skálatrøð og upp trappurnar, og mann kann eisini ganga inn frá vegnum aftanfyri.
 
Næsta snarskeið er mánadagin 16. apríl, tá verður snarskeið í rættskriving við Zakarisi Svabo Hansen.