Korona bara br+ukast við kreditering.jpg
(Foto: https://www.freepik.com)
02.02.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Ókeypis webinar: Etikkur í raðfestingini av koppsetingum

Opið norðurlendskt web-seminar verður í morgin klokkan 12-13 føroyska tíð. Á skránni er etikkur í raðfestingini av koronukoppsetingunum

Í morgin klokkan 12-13 føroyska tíð verður opið og ókeypis webinar um etikk í raðfestingunum av koronukoppsetingunum.

Evnið er sera aktuelt kring allan heim, nú heilsumyndugleikar gera av, hvør skal koppsetast fyrst, næst og so víðari.

Tað er norðurlendska nevndin í bioetikki, "The Nordic Committee on Bioethics", sum skipar fyri.

Webinarið mikudagin 3. februar er fyriskipað saman við ráðgevandi bioteknologisku nevndini í Noregi, og hon hevur eisini framløgu, grundaða á frágreiðing frá norska Fólkaheilsustovninum um raðfestingar av koppsetingini í Noregi.

Tilmælini í Noregi vóru hesi fimm málini, raðfest eftir týdningi:

1) Minka deyðsváðan

2) Minka vandan fyri álvarsligari sjúku

3) Varðveita lyklatænastur og avgerandi infrastruktur

4) Verja arbeiðspláss og búskapin

5) Lata samfelagið uppaftur

Lesið norsku tilmælini her.

Hetta er triðja webinarið í eini røð undir heitinum "The Ethics of the Covid-19 Pandemic: Nordic Perspectives", har orðaskifti er um etiskar spurningar í sambandi við koronufarsóttina og árinini á okkara samfeløg.

Norðurlendska nevndin, NCBIO, hevur til endamáls at fremja sínámillum vitanarútlutan og samstarv millum vísindafólk, tingfólk, almenn starvsfólk og almenning annars.

Lesið skránna til ókeypis webinarið í morgin og teknið tykkum til her.

Súsanna Mortensen, námslektari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, er eygleiðari í nevndini vegna Føroyar.