- Okkum tørvar eina nationala granskingarstrategi
Hvønn mun ger limaskapurin, sum Føroyar hava fingið í Nordforsk, fyri Føroyar og føroyska gransking?
Hendan spurningin hevur Breddin í Kringvarpi Føroya sett Magna Mohr, sum er prorektari fyri gransking á Setrinum, nú Føroyar hava fingið limaskap í NordForsk.
Magni svarar soleiðis:
- Í fyrsta lagi haldi eg, at hetta er súmbolskt, tí nú eru vit fullgildugur limur, sum vit ikki hava verið fyrr, og tað er eisini við til at signalera fyri øðrum Norðurlondum, at gransking verður raðfest í Føroyum. Men tosa vit um, hvat limskapurin kann brúkast til, og hvat skal til, um vit skulu vera kappingarfør samanborið við onnur lond, so mugu vit rinda til tey granskingarátøkini, sum NordForsk bjóðar út, og vera við til at lýsa tey økini. NordForsk hevur "opin átøk" ella "open calls", og har kundu vit søkja áðrenn limaskapin, men skulu vit kunna søkja á jøvnum føti við onnur lond, so noyðast vit at rinda og satsa pening eisini. Tað mugu pengar á borðið.
So tað skal raðfestast enn hægri?
- Ja, altso, tað er raðfest soleiðis, at vit hava fingið limaskap. Men avbjóðingin er, at fylgja pengar ikki við til at rinda inn í tey ymisku átøkini, so kunnu vit ikki søkja á jøvnum føti við onnur Norðurlond.
Hvussu gongur við gransking í Føroyum, hvat er status?
- Vit hava summi granskingarøki, har vit klára okkum sera væl og á høgum altjóða stigi, og so hava vit onnur øki, har tað kanska gongur minni væl. Men hyggja vit at stóru myndini, so hava vit á Fróðskaparsetrinum nú eina Granskingar- og framtakseind, og eitt vit gera har er ein árlig ársfrágreiðing, sum m.a. vísir, hvussu nógvar útgávur hava verið, hvussu dygdin er á granskingini, og hvussu nógvar umsóknir um granskingarstuðul eru sendar. Tey seinastu árini síggja vit ein stigvísan vøkstur í talinum á vísindaligum útgávum, og vit síggja eisini nógv fleiri ph.d.-verkætlanir á Setrinum, umframt at talið á umsóknum, sum verða sendar um uttanhýsis fígging, er vaksið ógvuliga nógv. Samanbera vit tíðarskeiðið í ár við sama tíðarskeið í fjør, so er vøksturin 70 prosent. Setrið hevði 170 vísindaliga útgávur í fjør, sum vórðu javnlíkamettar, og tað haldi eg er eitt flott tal, um vit hyggja at starvsfólkatalinum.
- Eg haldi, at vit granska nógv í Føroyum, tá vit hugsa um ta játtan, sum Føroyar lata til gransking. Hyggja vit at Danmark, so gevur danski staturin eitt prosent av BTÚ til gransking beinleiðis, og tekur man so privata partin við, so roynir man at koma upp á eini trý prosent av BTÚ har. Og har eru vit so langt frá í Føroyum (føroyska BTÚ var í 2021 uppgjørd til 22,947 milliardir krónur, red.). So okkum tørvar, at gransking verður raðfest fremri í Føroyum, eisini við pengum.
Granskingarrráðið hevur 7,7 milliónir í játtan til gransking, er tað nógv, ella er tað lítið?
- Tað talið er heilt burturvið, og tað hevur eisini staðið á hasum sjey milliónunum í eg veit ikki hvussu nógv ár nú. Onkuntíð haldi eg, at tað er eitt sindur flóvisligt, at vit sum land lata so lítið til gransking. Tað eru sjálvandi eisini aðrir fíggingarmøguleikar, m.a. verður givið eitt sindur av pengum til fiskivinnuroyndir, góðar sjey milliónir eisini, og av og á koma onkrar serstakar raðfestingar eisini. Til dømis fyri nøkrum árum síðani, tá peningurin í Sjúkrakassagrunninum varð býttur út til føroyska heilsugransking og hevði ógvuliga stóran týdning fyri tað øki. So at játtanin til Granskingarráðið framvegis er sjey milliónir, ger meg vónsviknan, tí tað sigur nakað um, hvussu Føroyar raðfesta gransking.
- Vit mangla eina granskingarstrategi, sum allir granskingarstovnar í Føroyum samstarva um, og har myndugleikarnir eru við, og har vit eisini seta krónur og oyru á, hvat tað kostar at røkka tí strategiini. Vit eru eftirbátar samanborið við Norðurlond. Og bæði í tí almenna og í tí privata í Føroyum er ein manglandi fatan av, hvussu vit kunnu loysa samfelagsavbjóðingar granskingargrundað.
- Eg kann navna eitt dømi: Fyrr í ár vóru vit á Setrinum saman við Kommunufelagnum í Tróndheimi í Noregi og í onkrari av smærru kommununum uttan fyri Tróndheim, tí har hava tey nakað, sum tey kalla fyri "universitetskommunur". Í tí liggur, at ein avtala er gjørd millum Tróndheim Universitet og kommunurnar har, og so brúka tey gransking, ph.d.- og masterverkætlanir til at loysa trupulleikar á eldraøkinum, vælferðarøkinum, skúlaøkinum og viðvíkjandi náttúru og náttúrurøkt. Eg haldi, at vit í Føroyum mangla fatan av, hvat gransking kann brúkast til, eisini tá tað snýr seg um at loysa samfelagsuppgávur.
So hvat er ynskisstøðan?
- At politisku Føroyar og føroysku granskingarstovnarnir - eisini Setrið, sum er størsti granskingarstovnurin - settu seg saman og mentu eina nationala granskingarstrategi. Ikki bara við føgrum orðum, men við eini virkisætlan um, hvussu málini í roynd og veru verða rokkin.
Allur Breddin kann hoyrast her, og samrøðan við Magna Mohr byrjar á tíðarkotu 42:15. Beint frammanundan er eisini samrøða við Anniku Sølvará, sum er stjóri í Granskingarráðnum.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...