Ólafi Halldórssyni til minnis
Hósdagin 4. apríl andaðist íslendingurin Ólafur Halldórsson handritaserfrøðingur 92 ára gamal
Hósdagin 4. apríl andaðist íslendingurin Ólafur Halldórsson handritaserfrøðingur 92 ára gamal. Hann var føddur 18. apríl í 1920. Hann tók studentsprógv í 1946 og cand. mag.-prógv í íslendskum máli og mentan á Háskúla Íslands í 1952. Eftir tað fór hann til Keypmannahavnar, har hann gjørdi seg serkønan í handritalestri hjá Jóni Helgasyni professara. Eisini var hann lektari á universitetinum í Keypmannahavn. Í 1963 flutti hann heim aftur til Íslands og starvaðist á Stofnun Árna Magnússonar við handritarannsóknum til hann fór frá við eftirløn sjeyti ára gamal.
Eingin hevur granskað og skrivað so nógv um Føroyingasøgu sum Ólafur Halldórsson. Í 1967 gav hann søguna út í skúlaútgávu. Í 1978 kom henda útgáva broytt og økt. Í 1987 gav hann út eina stóra vísindaliga stavrætta útgávu av Føroyingasøgu. Í 2006 gav hann Føroyingasøgu og Ólavs søgu Tryggvasonar út sum bind XXV í ritsavninum Íslenzkum fornritum. Sjálv Føroyingasøga kom eisini út í serstøkum bindi ætlað føroyingum við inngangsorðum á føroyskum og við evnismiklum inngangi.
Á fyrsta Frændafundi í Reykjavík 20.-21. august 1992 helt hann fyrilesturin “Færeyinga saga á Íslandi”, sum stendur prentaður í fyrstu frændafundarbók frá 1993.
Vit minnast Ólaf Halldórsson við virðing.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...