Skriva út
Ólavur Christiansen settur sum skrivari fyri Búskaparráðið
Fróðskaparsetrið hevur átikið sær uppgávuna at veita búskaparfrøðiligu skrivaratænastuna fyri Búskaparráðið.
Ólavur Christiansen, lektari í búskaparfrøði, er settur sum skrivari fyri Búskaparráðið. Ólavur skal samskipa dagliga arbeiðið og sjálva tilgerðina av frágreiðingum frá Búskaparráðnum.
Starvið verður á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, sum heldur til í hølum Setursins í Jónas Broncks gøtu.
Búskaparráðið skal geva út tvær frágreiðingar um árið, sum partvíst eru lýsingar av konjunkturunum við búskaparpolitiskum tilmælum, og partvíst eru lýsingar og tilmæli í sambandi við onnur búskaparlig mál, sum ráðið sjálvt velur at taka fram.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...