Annika Sølvará
21.11.2007
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Ólavur Christiansen vart ritgerð við Ålborg Universitet

Tann 16. november vardi Ólavur Christiansen frá Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum Ph.D ritgerð á Universitetinum í Ålborg. Andmælingarnir vóru Lennart Nørreklit frá Aalborg Universiteti, Per Vagn Freytag frá Syddansk Universiteti, og Per Darmer frá Copenhagen Business School.


Doktararitgerðin, sum snýr seg um atburð hjá vinnuvirkjum, brýtur upp úr nýggjum, bæði tá tað snýr seg um nýtslu og menning av granskingarmetodu, og tá tað snýr seg um at skapa nýtt ástøði.

Granskingarmetodan, ið nýtt var, er fyrstu ferð nýtt fyri hetta økið sum heild. Metodan hevur sín uppruna í hagfrøðisligum mannagongdum til at fáa undan kavi fjald mynstur í taltilfari. Í sekstiárunum var henda metodan ment og broytt til tess at fáa undan kavi fjald mynstur í øllum sløgum av dátu-tilfari, og at avdúka sambond millum hesi fjaldu mynstur.

Úrslitið av granskingini av endurtakandi fjaldum mynstrum í vinnuatburði er eitt nýtt ástøði um vinnuvirkið. Ástøðið fevnir um nógv viðurskifti, ið ikki eru lýst í verandi ástøðum. Serligur dentur hevur verið lagdur á at avdúka meginavbjóðingarnar hjá teimum, ið arbeiða innan økið, og hvussu hesi fólki í verki finna loysnir fyri sínar meginavbjóðingar.

Granskingin hevur verið stuðlað av BP Amoco.