Oljuvinna og vitan
27.11.2014
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Oljuvinna og vitan

Jens Christian S. Justinussen, ph.d, lektari í samfelagsvísindum á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur saman við øðrum granskarum úr Hollandi og Danmark skrivað grein í Arctic Yearbook 2014.


Evnið, sum millum annað verður viðgjørt í greinini, er vitan og útbúgving í samband við oljuvinnu í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Heitið á greinini er "The Challenges & Opportunities for Arctic Microstates in Developing an Energy Sector: The Role of Human Capital and Knowledge Institutes”. Skrivað hava Coco Smits, Rasmus Gjedsø Bertelsen, og Jens Christian S. Justinussen. Greinin er útgivin í Arctic Yearbook 2014.

Greinin kann lesast her