25.09.2014
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

On the shoulder of a giant

Í 1676 skrivaði Sir Isaac Newton í brævi til Robert Hooke:“If I have seen further it is by standing on the shoulders of giants.” Soleiðis var kenslan hjá arbeiðsfysiologum um allan heimin, tá boðini bórust, at vinur, mentor og starvsfelagi okkara, Bengt Saltin, var deyður, 79 ára gamal.


Bengt Saltin – in memoriam

Norðurlendskur ítrótta- og arbeiðsfysiologiskur granskingarsiður er altjóða viðurkendur og hevur verið í heimsflokki í meira enn 100 ár, ella síðani donsku pionerarnir August Krogh og Johannes Lindhard løgdu grundarlagið í byrjanini av 1900-talinum. Eitt sterkt grundarlag, sum kendastu lærlingar Kroghs og Lindhards, Erling Asmussen, Marius Nielsen og Erik Hohwü-Christensen bygdu víðari á. Síðstnevndi av hesum trimum, professor Erik Hohwü-Christensen, flutti eitt tíðarskeið seint í 1950´unum til Stockholm, og gjørdist mentor hjá einum ungum, evnaríkum og óvanliga ágrýtnum svia nevndur Bengt Saltin. Bengt var nýklaktur lækni av Karolinska Instituttinum í Stockholm, hann var virkin ítróttarmaður við alstórum áhuga í tí arbeiðandi menniskjanum og fekk nú íblástur frá danska professaranum. Bengt kunngjørdi sína fyrstu vísindaligu grein í 1960 í tíðarritinum Acta Physiologica Scandinavica við heitinum ”Intermittent and continuous running”; eitt evni, sum vit arbeiðsfysiologar 50 ár seinni enn arbeiða víðari við. Bengt Saltin vardi í 1964 doktararitgerð sína við heitinum ”Aerobic work capacity and circulation at exercise in man”, og var í starvi á Karolinska (frá 1968 sum professari) fram til 1973. Tá gjørdist hann professari á altjóða legendariska August Krogh Instituttinum á universitetinum í Keypmannahavn, sum varð uppkallað eftir ongum øðrum enn grundleggjaranum av nýmótans arbeiðsfysiologi og Nobelprísvinnaranum frá 1920, August Krogh.

Við Bengt Saltin sum hart arbeiðandi oddafiski og við einum ótali av altjóða samstarvsfeløgum, varð ígjøgnum 1970 og 80´árini uppbygt eitt avbera sterkt granskingarumhvørvi við høvuðsdenti á vødda- og hjarta-kar-fysiologi í tí arbeiðandi menniskjanum. Siðir vóru eisini uppbygdir at kanna arbeiðandi menniskjað í skiftandi umhvørvi, og Bengt stóð m.a. á odda fyri hæddarfysiologiskum kanningum í Kenya, Andesfjøllunum og Himalaya, kanningum av skíðrannsóknarferðum yvir um grønlendska innlandsísin, hitafysiologiskum kanningum í Sahara, og fysiologiskum kanningum av astronautum í samstarvi við amerikansku NASA. Granskingarstovnurin varð í hesum árum eitt altjóða savningarstað fyri toppgranskarar úr øllum heiminum, har gjørligt var at gera tær kanningar, ið ikki kundu gerast aðrastaðni. Serstakliga varð ein ørgrynna av nýggjum invasivum granskingarhættum ment hesi árini, sum gjørdi tað møguligt at gera kanningar, sum áður vóru óhugsandi. Hetta tíðarskeiðið byrjaðu eisini fyrstu studentarnir hjá Bengt Saltin at gera vart við seg á altjóða human-fysiologiska granskingarpallinum, og í dag eiga Norðurlond ein stóran hóp av toppgranskarum, sum eru heimsførandi á sínum økjum. Granskarar, sum allir í størri ella minni mun ganga í stóru fótasporum Bengt Saltins.

Í 1993 setti Bengt saman við Danmarks Grundforskningsfond á stovn Copenhagen Muscle Research Centre ella CMRC, sum varð eitt sterk interaktivt granskingarsamstarv ímillum granskarar frá August Krogh Instituttinum, Panum Instituttinum, Ríkissjúkrahúsinum og Bispebjerg sjúkrahúsi. Hesi árini var støðið aftur lyft munandi, og í dag er almenn konsensus ímillum fysiologar úr øllum heiminum, at Keypmannhavn er heimsins ítróttarfysiologiski granskingarmiðdepilin.

Tað var júst hetta granskingarumhvørvið, at eg sjálvur, sum ungur studentur, var heppin at traðka inn í miðskeiðis í 1990´unum. Eg gjørdist skjótt limur í granskingarbólkinum “Integrated Physiology” undir leiðslu av Jens Bangsbo, sum júst hevði vart sína doktararitgerð undir Bengt Saltin. Hetta var eitt serliga innovativt, forvitið, kappingarsinnað og ótrúliga arbeiðssamt umhvørvi, har ein allatíðini varð stimbraður til at seta sær hægstu mál, at arbeiða málrættað og sjálvstøðugt og stremba eftir einum hægri innliti í tí arbeiðandi menniskjanum og teimum mekanismum, sum eru stýrandi. Allir granskararnir høvdu eisini bakgrund sum ítróttafólk, og felagskenslan var, at tú vart ein av teimum serstøku, sum umboðaði August Krogh liðið við ongum øðrum enn Bengt Saltin á odda.

Bengt hevði eisini stóran áhuga í elituítróttagransking og var longu í 1968 við til at fyrireika svensk ítróttafólk til OL í Mexiko. Serligan stóran áhuga hevði Bengt í ítróttargreinum, har bæði armar og bein arbeiða saman, serstakliga langrenn á skíð. Seinnu nógvu árini arbeiddi Bengt hart ímóti doping og kom ofta í miðlaóveður orsakað av bersøgdum útsagnum í kampinum fyri rættvísi í kappingarítróttinum. 

Bengt Saltin skrivaði fleir enn 450 vísindaligar original-greinar og 150 review-greinar. Hann fekk m.a. Novo Nordisk Forskningspris í 1999, August Krogh Prisen í 2001, IOC’s ”Olympic Prize on Sport Sciences” í 2002 og í 2011 Kulturministeriet Idrætspris fyri sítt arbeiði fyri fólkaheilsu í Danmark. Í 2013 fekk hann heiðursprís frá European College of Sport Medicine.  Bengt Saltin var heiðursdoktor við 12 universitet í Europa og Norðuramerika og fekk “ordensgrad” frá bæði danska og svenska kongshúsinum.

Bengt Saltin var ein maður, sum longu tíðliga hevði vígt sítt lív til granskingina. Hansara ómetaliga “drive”, alstóra innlit í fysiologiina hjá menniskjanum og kreativu kanningarhættirnir eru í dag viðurkendir um allan heimin. Hann hevur verið ein kelda til íblásturs fyri fleiri ættarlið av granskarum. Samstundis var hann ein stillur og stílfullur gentlemaður, sum ikki gjørdi nógv burturúr sær sjálvum. Hann hevði ta serligu gávu, sum eyðkennir stórar persónligheitir, at hann virdi høgan sum lágan. Eg havi verið saman við Bengt til stórar ráðstevnur í USA, har hann sjálvur var “the star of the show”, til fundir við politikkarar í miðeystri, til kompleksar og krevjandi laboratoriukanningar og til smærri kanningar á slitnum, gomlum fótbóltsvøllum á hávetri. Altíð var hann sami jaligi, blíði og hjálpsami gentlemaðurin við tí ómetaliga góða yvirblikkinum og stóra yvirskotinum. Bengt helt áfram at arbeiða heilt fram til seinastu dagarnar, áðrenn hann doyði.    

Í februar í fjør kom Bengt Saltin til Føroya at hjálpa mær og læra meg at taka vøddabiopsiir úr akslavøddunum í nógv umrøddu føroysku SOS-kanningini. Hetta var seinasta kanning, har Bengt hevði ein virknan leiklut. Hann var eina góða viku í Føroyum, og honum dámdi væl her. Fyri góðum mánaði síðani komu so úrslitini av okkara vøddabiopsium, og tá eg sendi honum úrslitini, var hann innlagdur á einum hospice í Stockholmi. Í telduposti til mín tveir dagar áðrenn hann andaðist, takkar Bengt fyri spennandi úrslitini.

Bengt Saltin var ein sermerktur maður sum granskari og menniskja, og hesi orðini skrivaðu eg og starvsfelagi mín til jarðarferð hansara: “Bengt Saltin’s experience and knowledge, his productiveness, innovative research approach and his personality were a great inspiration to all of us. Always helpful, always positive, always ambitious, always genuinely interested in science as well as sport - and often on a bike carrying a biopsy needle. Always a very special man: a generous genius gentleman.”

Magni Mohr