Opið er fyri umsóknum um lestrarpláss
So er klárt hjá tær at senda umsókn inn á Setrið um lestrarpláss eftir summarfrítíðina
Vilt tú hava eina útbúgving, sum gevur tær bestu møguleikar fyri einum góðum starvi, so er at søkja um hægri lestrarpláss nú á einari av teimum 21 spennandi útbúgvingunum, sum Setrið bjóðar út í ár.
Arbeiðsgevarar eru sera grammir eftir at seta fólk í starv, sum hava universitetsprógv frá Setrinum, og kanningar vísa, at so at siga øll annaðhvørt hava fingið starv, sum samsvarar við útbúgvingina, ella eru farin undir enn hægri lestur eitt ár eftir staðið prógv. Tað hava vit m.a. skrivað um her og her.
Alsamt fleiri velja sær hægri útbúgving á Fróðskaparsetrinum, og um tú eisini kemur at lesa her, so verður tú partur av okkara fjølbroytta og stóra skara av meira enn 1000 lesandi á Føroya einasta universiteti.
Her kanst tú lesa náttúruvísindi, KT ella verkfrøði, søgu og samfelagsvísindi, búskap ella lóg, lesa til lærara ella námsfrøðing, føroyskt mál og mentan, sjúkrarøktarfrøði, skapandi list og so framvegis.
Tú hevur kanska hug at vera fulltíðar- ella parttíðarlesandi, fáa bachelor- ella masterprógv, taka eina heila útbúgving ella bara eitt einstakt skeið.
Tú ert kanska ung/ur á síðsta ári á miðnámi, ella ein meira búgvin persónur, sum vónar at sleppa inn á hægri lestur á fyrsta sinni. Kanska tú bara vilt leggja aftrat tíni útbúgving, sum tú longu hevur.
Tín eldhugur er kanska løddur av ynskinum um eina professionella starvsleið, ella kanska brennur tú eftir at vita meira – bara fyri at vita meira.
Uttan mun til hvat ella hvussu, so ert tú hjartaliga vælkomin.
Hvat enn tú velur at lesa, og hvussu enn tú velur at lesa, so gevur Setrið tær avbjóðingar – og stuðul – til at vaksa, mennast og fáa týdningarmikla nýggja vitan og praktiskar førleikar. Tú fert at uppliva ovurstóru broytingina, sum hægri útbúgving hevur við sær, spennandi nýggju útlitini fyri tína starvsleið og tínar møguleikar fyri at geva íkast til heimin kring teg.
Tú verður partur av einum serligum universiteti, tínum Setri, við stórum altjóða útsýni, men sum samstundis er miðsavnað um at nøkta tørvin, sum er í føroyska samfelagnum.
Okkara Setur er ikki bara Setrið í Føroyum, men tað er Setrið fyri Føroyar. Tað er okkara universitet.
Blív partur av vaksandi talinum av føroyingum, sum velja at lesa á okkara universiteti, og blív partur av okkara sermerktu søgu!
Les meira um, hvussu tú søkir her.
Listin yvir allar útbúgvingarnar er her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...