04.04.2008
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Opið hús á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum, hósdagin 10. apríl

Til allar næmingar í 9. og 10. flokki og í miðnámsskúlunum, allar sjúkrarøktarfrøðingar og kliniskar vegleiðarar og onnur áhuga. Opið hús á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya 10. apríl 2008 frá kl 13 - 15.



Lesandi á skúlanum skipa fyri hesum tiltaki at varpa ljós á útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing.

Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing er ein spennandi ferð inn í vitanina um menniskjað, og letur hurðina upp til ótalligar valmøguleikar.

Útbúgvingin gevur nógvar møguleikar fyri spennandi størvum, bæði innan heilsuøkið og aðrastaðni í samfelagnum, serútbúgvingum innan ymisk sjúkrarøktarøkir, víðariútbúgving á master/kandidatstøði bæði innan sjúkrarøkt og onnur líknandi fak.

Útbúgvingin er á altjóða støði og gevur soleiðis bæði møguleika fyri víðarilesnaði og arbeiði uttanlanda. Sum lesandi hevur tú eisini møguleika fyri at taka partar av útbúgvingini uttanlanda.

Skráin fyri dagin er hendan:

• Kl. 13:00 – Kunning um útbúgvingina (Súsanna Mortensen,rektari)
• Kl. 13:15 – Rundvísing á skúlanum (lærarar og lesandi)
• Kl. 13:30 – Lesandi kunna og vísa fram um sjúkrarøkt og onnur fak í ymisku útbúgvingarpørtunum á 4 ymiskum básum.

Hava tit spurningar um útbúgvingina, eru lesandi og starvsfólk fús at svara!

Hjartaliga vælkomin!