Orð mynd og veruleiki seturfo.PNG
Fróðskapur
25.02.2019
Setrið Føroyamálsdeildin Fróðskapur
Skriva út

Orð, mynd og veruleiki

Fróðskapur hevur givið út greinasavnið Orð, mynd og veruleiki. Hetta er greinasavn við seks greinum um skaldskap og myndlist.

Orð og mynd hava upp gjøgnum søguna verið fatað sum tvær síður av somu mynt. Orðið hevur kortini verið í oddatroyggjuni, tí yrkjararnir sum andans arbeiðarar vóru fyrimyndir hjá handaliga arbeiðandi myndlistafólkunum.

Perman

Permumyndin er partur av málninginum Pastorala, sum Frimod Joensen málaði í 1978. Har sita fimm naknir og skeggjutir menn og høgga úr gróti, skriva, mála, spæla violin og gera tónleik. Í hesi friðsæluni er listin fullkomna dømið um sanna lívið í fullum samljóði við náttúruna á ein hátt, sum váttar, at tey, sum fáast við myndir, tekstir og tónleik, eru jarðarinnar salt – ið ikki er óvæntað hugsan hjá einum listamálara!

Tríggjar av listagreinunum – høggmyndin, málningurin og skaldskapurin – eru tilvísandi á siðbundnan hátt, t.e. sipa til ein veruleika uttan fyri myndina ella tekstin, til lívið, heimin og náttúruna. Har høggmyndin og málningurin endurgeva henda veruleikan í eini mynd, er tað orðið, sum í skaldskapinum hevur hesa uppgávu. Tískil hava orð og mynd upp gjøgnum søguna fylgst sum eitt par og verið fatað sum tvær síður av somu mynt, har orðið kortini hevur verið í oddatroyggjuni, tí yrkjararnir sum andans arbeiðarar vóru fyrimyndir hjá handaliga arbeiðandi myndlistafólkunum. Tað var upplýsingartíðin, ið fyrst fekk eyga á høvuðsmunin millum, hvussu orð og mynd handfara veruleikan, og í tí viðfangi vísti á ymisku uppgávur teirra.

Orð og mynd hugtaka kortini framvegis. Hóast orðið er og verður verandi mest týðandi miðilin í menniskjansligu sannkenningini, er tað ikki tað einasta, og tað minnir modernaða myndamentanin okkum sanniliga á. Myndin leggur trýst á orðið og bjóðar tí av, eins og orðið alla tíðina roynir at jagstra kjarnan hjá myndini í runddansi, har sannkenning og varhugi avloysa hvørt annað.

Tvíburar

Fyrsta greinin, “Tvíburar? – Orð og mynd fra Horats til Lessing”, viðger við støði í hugtakinum ‘ut pictura poesis’– sum myndin soleiðis eisini yrkingin, sambandið millum mynd- og orðlist gjøgnum tíðirnar. Skrivað greinina hevur Nils Ohrt, mag.art. í listasøgu og stjóri á Listasavni Føroya.

Hinar fimm greinirnar hugleiða um hetta sambandið, samstundis sum tær greina skaldsligan tekst og eitt ella fleiri myndlistaverk úr 20. og 21. øld.

Mikines og Carl Jóhan Jensen

Dorit Hansen hevur skrivað greinina “Jarðarferð sum ikon”, sum viðger ta halgimyndaligu støðu, jarðarferðin hevur í yrkingini hjá Carl Jóhan Jensen “líkskari 1951 við svartari flugu” og málninginum Líkfylgi hjá S. J. Mikines. Ekfrasa, sum er skaldsliga lýsingin av einum myndlistaverki, er eitt annað hugtak í hesi greinini eins og í øðrum greinum í bókini. Dorit er cand.mag. í enskum og samfelagsfrøði og master í føroyskum bókmentum.

Hanse, Matras og Mikines

Í greinini “Lívskor” verða tvær yrkingar og tveir málningar viðgjørdir, ið lýsa lívskor í Føroyum. Yrkingarnar hava Billa Hansen og Christian Matras skrivað og málningarnar hevur S. J. Mikines málað, og Sanna Andrassardóttir Dahl greinar og ber hesi verkini saman við atliti at lívskorum. Sanna hevur bachelorprógv í íslendskum, bachelor- og masterprógv í bókmentavísindum og hjánám í føroyskum.

Djurhuus, Reyni og Patursson

Í greinini hjá Solveig Hanusardóttur Olsen er tað sublima høvuðsevnið, sum hon viðger við støði í yrkingini “Ódn” hjá Janusi Djurhuus, málninginum Trolaradekki hjá Ingálvi av Reyni og installatiónini Bládýpið hjá Tróndi Patursson. Solveig er cand.mag. í religiónssøgu og kuratering, hon hevur masterprógv í listasøgu og hjánám í føroyskum.

Rasmussen, Simonsen & Christiansen og Iversen

Fleirraddað yrkingalist og sambandið millum mynd- og orðlistaverk eru evnini, Silja Aldudóttir viðger við støði í so ymiskum orð- og myndlistaverkum sum “Fram móti morgni” eftir Oddfríð Marna Rasmussen, eini opnu í bókini Desembermorgun eftir Kim Simonsen og Jóhan Martin Christiansen og einum málningi hjá Hansinu Iversen. Silja er master í føroyskum máli og bókmentum.

Heinesen

Seinasta greinin lýsir hvussu orð- og myndlist fylgjast og krossast í ritverkinum hjá Williami Heinesen. Malan Marnersdóttir, sum er professari í bókmentum, hevur skrivað hana eins og hon hevur ritstjórnað bókina.

Greinirnar spretta úr skeiði á Føroyamálsdeildini, sum við støði í úrvaldum verkum og tekstum frá 20. og 21. øld gav studentunum yvirlit yvir høvuðseyðkenni í føroyskari mynd- og orðlist í tíðarskeiðinum, vandi mynda- og skaldskapargreining og fann viðkomandi hugtøk til at lýsa verkini og sambandið millum listagreinirnar. Undirvísararnir vóru Nils Ohrt og Malan Marnersdóttir. Sanna A. Dahl hevur verið ritstjórnarhjálpari.

Bókin er 120 síður og kostar 230 kr. í bókabúðunum.