Ósbjørn Jacobsen: - Eitt føroyskt og burðardygt universitet
- Vit vilja skapa eitt Setur, ið fer at liggja í allarfremstu røð millum lærustovnar úti í verð, samstundis sum tað er sprottið úr einum lokalum søguligum og mentanarligum jørðildi, segði Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, tá hann vegna Henning Larsen North Atlantic vann arkitektakappingina um nýggjan felagsbygning til Setrið
Vegna okkara toymi vil eg fegin takka fyri høvið at koma við einum uppskoti til hesa verkætlan. Tað skerst ikki burtur, at ein víðkan av møguleikum fyri hægri lesnaði í Føroyum er avgerandi og ein sera týdningarmikil hornasteinur undir eini burðardyggari menning av føroyska samfelagnum.
Samstundis kundi eg hugsa mær at róst Landsverki og Setrinum fyri at skipa fyri eini kapping og gera eina skrá, sum leggur dent á at skapa ta bestu verkætlanina við áherðslu á byggilistarliga og burðardygga hugskotið, heldur enn at fylgja tí tendensi, sum vit síggja í dag, har tað í størri og størri mun eru teknokratisk viðurskifti, ið leggja seg sum ein tung dýna yvir hesar tilgongdir, bæði her heima og í londunum kring okkum. Tað tykist í hvussu so ikki at skapa betri verkætlanir.
Somuleiðis síggja vit tað sum eitt stórt og gott framstig, at avvarðandi myndugleiki hevur gjørt av at menna økið millum Frælsið og Debesartrøð. Í fleiri umførum hava aðrar staðsetingar til eitt framtíðar kampus verið umrøddar. Men eftir okkara tykki er eingin ivi um, at rætta avgerðin er at menna framtíðar kampus hjá Setrinum á hesum øki millum Frælsið og Debesartrøð. Eitt øki við stórum menningarmøguleikum til frama fyri bæði Setrið og fyri at gerast ein livandi partur av miðbýnum og eini framtíðar menning við Vestaru Bryggju og økinum við Landsjúkrahúsið.
Hetta næsta brotið er úr tekstinum í okkara uppskoti, ið yvirskipað lýsir partar av eini visjón fyri verkætlanina.
Útgangsstøðið fyri einum felagsbygningi og einum framskygdum framtíðar kampussi í Føroyum skal vera eitt kveikjandi og mennandi umhvørvi fyri lesandi, undirvísarar, starvsfólk og vitjandi. Eitt opið umhvørvi, har akademisk dygd er í hásæti og á einum slíkum stigi, at tað dregur bæði føroysk og altjóða lesandi, undirvísarar og granskarar til sín.
Tá hugt verður at nýggjari lestrar- og kampusumhvørvum í altjóða universitetsheiminum, so eru ynskini mangan meinlík við yvirskriftum sum:
- Høg arkitektonisk góðska
- Fleksibilitetur
- Karmur um góðan trivnað
- Gott og varierandi óformelt lestrarumhvørvi
- Góð og væl útgjørd bólka- og undirvísingarrúm
- Framkomið bókasavn ella mediatek
- Kveikjandi felagsøkir við matarsali, kaffikrókum og hugnaligum savningarstøðum
- Smidligt og tignarligt høvuðsauditorium
- Og burðardygt framskygni
Hetta eru alt viðurskifti, ið vit í øllum lutum leggja okkum eftir at loysa á allarbesta hátt við nærlagni í rúmligum samanhangum, góðum og vælskipaðum planloysnum, tilknýti millum úti- og inniøkir, dygdartilfari og rúmligum upplivingum.
Men tá arbeitt verður við eini verkætlan sum hesari, so lærir tú skjótt, at aftrat hesum omanfyrinevndu tættum, eru fleiri høvuðstættir aftrat, ið krevja serliga viðgerð. Í flestu førum tættir, ið skulu skilmarka samleikan hjá júst hesum universiteti; hjá framtíðar Fróðskaparsetri Føroya! Onkur vildi uttan iva ført fram, at tað ikki er tørvur á einum byggilistarligum samleika, men at samleikin skal spetta úr tí innihaldi og fyritaksemi, ið fer fram á Setrinum. Hetta er uttan iva ein vegur at fara, og tað finnast ein ørgrynna av universitetum og kampusumhvørvum kring heimin, har hendan allýsingin er hóskandi. Vit halda tó, at miðast skal ímóti einum enn hægri máli, har nýggi samleikin er samansettur av fleiri tættum. Innihald og fyritaksemi er sjálvandi meginbulurin, men vit vilja, at aftrat hesum skal leggjast ein íblástur, ið sprettir úr lokalari siðvenju. Vit vilja tí skapa eitt Setur, ið fer at liggja í allarfremstu røð millum lærustovnar úti í verð, samstundis sum tað er sprottið úr einum lokalum søguligum og mentanarligum jørðildi.
Tann fyrsti spurningurin, vit settu okkum í sambandi við hesa verkætlan var: Hvussu skapa vit eitt nýmótans FØROYSKT, burðardygt universitet, ið sjálvandi skal innskriva seg í ein altjóða samanhang og taka krøvini í byggiskránni í álvara?
Vit mettu tað vera sera spennandi, um ein søguligur og lokalur íblástur kundi verið ein yvirskipað drívmegi undir skapanini av komandi felagsbygninginum á Setrinum. Tað eru serliga tvey søguevni, sum vit hava tikið støðið í; nevnliga tí siðbundna føroyska býlinginum og tí aldargamla langhúsinum frá víkingatíð. Býlingurin verður nýttur sum útgangsstøðið fyri og íblástur til skipanina av bygninginum í landslagnum og grannalagnum. Tá tað snýr seg um sjálva byggingina hava vit hugt at nøkrum prinsippum í rúmliga langhúsinum, ið á ein hátt hevur leiklutin sum poetiskur íblástur til tilfar, bygnað, rúmligt huglag og sum søgulig tilvísing.
Í góðari byggilist eru tað í flestu førum fleiri træðrir av íblástri, ið vera spunnir saman til eitt byggilistarligt hugskot; hesum hava vit eisini lagt okkum eftir í hesum føri. Ein av hesum træðrum, ið vit hava nýtt sum kveikjandi mátt og íblástur, er - sum nevnt - langhúsið; allarhelst nakað av tí allarfyrsta, ið er bygt í Føroyum, og sum á ein hátt kann sigast at vera eitt upprunafundament undir sivilisatión her á klettunum. Í sjálvum sær er tað ein vøkur poetisk mynd, at tað er ein byggilistarligur tráður spentur beinleiðis frá landnámstíð til tann førandi lærustovnin í nútíðar samfelagnum í Føroyum.
Eg skal vegna okkara toymi - ið hevur notið føroyska várið í einum kjallara í Syðrugøtu í royndini at skapa og lýsa hesa verkætlan - takka fyri møguleikan fyri at vera við. Vit gleða okkum til, saman við brúkarum og avvarðandi myndugleikum, at vera við til at fremja hesa verkætlana.
Takk fyri.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, og høgra hond hansara, Poul Geert Hansen, aðalstjóri, eygleiða vinnarauppskotið hjá Ósbjørn Jacobsen og hansara toymi. Landsstýrismaðurin segði í røðu síni, at breiða politiska semjan um eitt savnað Setur er avgerandi fyri at fáa framt hesa týdningarmiklu verkætlanina í verki
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, og Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya
Tað er ein avbjóðandi kjansur, sum Martin Tvede Zachariasen hevur átikið sær sum rektari á Setrinum, nú plásstrot er, og flytingar, umvælingar og nýbygging standa fyri framman. - Eg vildi ynskt, at vit kundu flutt inn í morgin!, segði hann m.a. í røðu síni, tá tekningarnar av nýggja felagsbygninginum blivu almannakunngjørdar í leigaðu Kongshøll
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...