Ov gott at blaka burtur
Stian Olesen, stjóri í "Too Good To Go", heldur fyrilestur um fyritøkuna, sum hevur uppfunnið eina snilda app, ið kann vera við til at steðga matoyðsli. "Too Good To Go"-appin vann Umhvørvisvirðisløn Norðulandaráðsins í 2016
24. januar fer Stian Olesen, stjóri í Too Good To Go, at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum. To Good To Go, ið vann Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í 2016, er ein online pallur, ein app, sum er til fyri at minka um matoyðsl. Konseptið gevur fólki møguleika at keypa mat, sum matstovur og handlar annars tveita burt, bíliga.
1/3 av øllum mati í heiminum verður tveittur burtur, og matoyðsl er ein av trimum størstu orsøkunum til útlát av vakstrarhúsgassum. Too Good To Go er á ein nýhugsandi hátt við til at broyta hesa gongdina – og so er tað eisini gott fyri pengapungin.
Konseptið er í stuttum, at matstovur og handlar vátta at vera við í einari skipan, har tey seinasta tíman fyri afturlatingartíð vilja selja mat, sum annars hevði farið í rusk tann dagin, fyri niðursettan prís - heilt niður í 20 kr.
Í verki virkar skipan soleiðis: Umvegis 'Too Good To Go'-appina finnur tú eina matstovu ella ein handil, sum er við í skipanini, og bíleggur tað, tú vilt hava, og rindar fyri tað online. Í fyrsta lagi ein tíma fyri afturlatingartíð vísir tú kvittanina og fært matin heim við tær - og bjargar honum undan ruskdunganum!
Síðan felagið varð sett á stovn í 2015, hevur tað bjargað 353.000 máltíðum frá ruskílatinum. T.e. uml 700 tons av mati.
Felagið hevur, umframt Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, vunnið tveir IVÆKST virðislønir: Årets Gyldne Hat og Årets Idealist.
Til fyrilesturin fer Stian Olesen, stjóri í Too Good To Go, at greiða frá teirra virksemi – frá hugskoti til veruleika, og hvat tað merkir at vera við til at bjarga mannaættini.
Fyrilesturin er ókeypis og verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum týsdag 24. januar kl 19.30.
Tiltakið er partur av fyrilestrarøðini VITSKA, sum er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetur Føroya.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...