- Oyggjafólk eru altíð í bíðistøðu
Firouz Gaini, professari, hevur skrivað nýggja grein um ung í Okinawa í Japan. Greinin eitur "Island people are always waiting" – Young people’s everyday lives and future narratives in Okinawa” og er í nýggjastu útgávuni av EJCJS (Electronic Journal of Contemporary Japanese Studies)
Greinin um tey ungu byggir á etnografiska kanning, sum Firouz Gaini gjørdi í Okinawa í 2018. Í henni kannar og greinar hann gerandislívið og framtíðarætlanirnar hjá oyggjaungdómi í einum samfelagi í stórari broyting.
Okinawa er kent fyri sínar stóru amerikonsku herstøðir, men eisini fyri sína vøkru náttúru. Okinawa var eitt sjálvstøðugt kongaríki í øldir, fram til 1872, tá oyggjabólkurin varð innlimaður í Japan.
Greinin brúkar lokala hugtakið "chanpurū" (sum merkir at skapa nakað nýtt við at blanda siðir og súmbol úr ymsum mentanum saman) til at lýsa og viðgera mentanina og virðini hjá ungdóminum í Okinawa.
Greinin vísir, at tey ungu, sum eru undir útbúgving (á hægri lærustovnum), brúka sínar framtíðarhugmyndir til at fáa eina betri fatan av nútíðar "veruleikum" og samfelagsavbjóðingum.
Greinin er her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...