Oyggjasamfeløg og audiovisuellir miðlar
Sera áhugaverd og væleydnað altjóða ráðstevna um oyggjasamfeløg og audiovisuellar miðlar varð hildin á Søgu- og samfelagsdeildini í síðstu viku
Luttakarar úr 15 londum vóru komnir til ráðstevnuna, sum varð hildin á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya 26.-28. juni 2024.
Skráin var á tremur við áhugaverdum framløgum, 24 í tali, sum granskarar úr m.a. Avstralia, Hong Kong, India, Kanada, Fraklandi, Svøríki og Føroyum hildu um oyggjasamfeløg og audiovisuellar miðlar.
Felagsmynd tikin í túninum uttan fyri Søgu- og samfelagsdeildina í Jónas Broncks gøtu, har ráðstevnan var
Fyriskiparar vóru umboð frá Fróðskaparsetri Føroya, SICRI (Small Island Cultures Research Initiative) og SHIMA, sum er eitt altjóða tíðarrit.
Hetta er fyrsta oyggjagranskingarráðstevnan, sum verið hevur í Føroyum.
Tvær av framløgunum settu sjóneykuna á Føroyar.
Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetrinum, og Phil Hayward, granskari á Western Sydney University høvdu framløgu um føroysk sjónløg. Framløgan kallaðist “Landscape and cultural heritage in Faroese music videos”.
Haraftrat hevði Firouz Gaini framløgu um filmin "Dreymar við Havið" hjá Sakarisi Stóra. Framløgan hevði heitið, "Two Girls on an Island: place and migration in Faroese films”.
Luttakararnir vóru sosiologar, søgufrøðingar, antropologar, miðlagranskarar, filmslistafólk og onnur við áhuga fyri evninum, sum ráðstevnan setti á breddan.
Framløgur vóru um Hebridurnar, Orknoyggjar, Hainan, Filipsoyggjar, Toronto-oynna, Barbados, Sri Lanka, Grønland, Singapore, Føroyar og onnur oyggjasamfeløg.
Framløgurnar, sum vórðu hildnar á ráðstevnuni, fara at verða skrivaðar um til greinar til eina serútgávu av SHIMA.
Luttakararnir vóru sera væl nøgdir við tiltakið, og mong høvdu eisini stundir at fara á útferð, meðan tey vóru í Føroyum.
- 02.01.2025 Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildinStakgreinalestur várið 2025Hópurin av støkum skeiðum eru í at velja, um tú hevur hug...
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...