Páll Zachariasen gjørdist hepni vinnarin
21.03.2018
Til lesandi Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Páll Zachariasen gjørdist hepni vinnarin

Mikudagin 14. mars var lutakast millum øll tey, sum høvdu skrásett harutúrar á heimasíðuni “Haran.fo”. Hepni vinnarin, ið vann gávukortið á 1.000 kr., sum handilin "Jógvan Weihe" hevði latið, gjørdist Páll Zachariasen úr Klaksvík.


Páll er slektaður úr Árnafirði, men býr í Klaksvík. Hann hevur skotið í Ognarhaganum í Árnafirði. Í hesum haganum fingu teir tilsamans 85 harur, sum vórðu skotnar á 10 túrum. Páll var níggju túrar í haganum, teir flestu einsamallur.

Skrásetingin
Fyri at eggja fólki at skráseta harutúrarnar, vóru øll tey, ið skrásettu túrarnar á heimasíðuni “Haran.fo” við í einum lutakasti um eitt gávukort á 1.000 kr, sum handilin "Jógvan Weihe" hevði latið.
Tilsamans vórðu 780 harutúrar skrásettir. Eisini vóru upplýsingar fyri samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í trimum høgum, og upplýsingar um 28 hagar, har teir ikki skutu í 2017, og eisini tveir hagar, sum eru skotnir saman við grannahøgunum. Samlaða talið av skrásetingum fyri árið 2017 kom sostatt upp á 813 túrar. Tilsamans 243 fólk skrásettu túrarnar. Tann, ið skrásetti flestu túrarnar, var Hjalmar Gaardlykke úr Miðvági. Hann skrásetti 34 túrar.

Nú verður frágreiðingin “Haruveiðan í Føroyum 2017” skrivað. Frágreiðingin eru næstan liðug, og kemur út seinni í vikuni.