Jesus Mikines.jpg (2).png
Pallborðið fer at viðgera, hvussu ymisk sløg av kristnum tekstum og list kunnu hjálpa, tá hart leikar á í lívsins viðurskiftum (Foto: Altartalvan hjá Mikines, sum hongur í Fugloyar kirkju - fugloy.fo)
30.09.2020
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Pallborðsfundur: Gev mær styrki

Bíblian og bókmentir sum tilveruligt tilfeingi í prædikum, lesibólkum og sjúkra- og sorgviðgerðum verður viðgjørt á tvørfakligum pallborðsfundi í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 9. oktober

Føroyamálsdeildin á Setrinum við Bergi Rønne Moberg, lektara, skipar fyri pallborðsfundi í Kongshøll fríggjadagin 9. oktober klokkan 16 við prestum, rithøvundum, læknum og bókmentafrøðingum.

Evnið er, hvussu ymisk sløg av religiøsum (kristnum) og bókmentaligum tekstum kunnu hjálpa okkum í okkara tilveru yvirhøvur og serliga, tá tað kemur til skarpskeringar í lívinum við sjúku, sorg og kreppu.

Fundurin verður við føroyskari og danskari luttøku og tískil hildin á donskum máli.

Bókin sum vinur

Neyvari sagt er evni brúk av Bíbliu og bókmentum/list við atliti at troyst og linna í sorg-, sjúkra- og kreppuviðgerð. Spurt verður, hvussu ymsir tekstir í ymsum høpi kunnu roynast sum ein vælgerandi viðgerð av sorg og kreppum. Hvussu kunnu Bíblian, bókmentir og list brúkast sum góð vinfólk, sum hava stundir og førleika at lurta?

Spurt verður eisini, hvussu hesir frøðibólkar brúka Bíbliu, bókmentir og list í prædikum, skaldskriving, undirvísing, gransking og sjúkraviðgerð sum narrativt ella søgusigandi medisin, skilt sum viðgerð heldur enn sum heilivágur.

Rithøvundar og kirkjan hava aldagamlar royndir við at brúka bíbliutekstir og egnar tekstir til tess at myndlýsa ymisk viðurskifti í okkara lívi á ein stuttan, greiðan og meira og minni uppbyggjandi hátt.

Seinastu 10-20 árini eru bókmentafrøðin og hug- og læknavísindini (Narrative Medicine og Medical Humanities) farin at kanna møguleikarnar at brúka bókmentir sum amboð og hugkveiking í viðgerð av sjúkum og kreppuraktum.

Tá samanum kemur, er tilveruliga tilfeingið í bíbliutekstum og bókmentum eins viðkomandi fyri øll, tí ongin sleppur undan sorg og kreppum.

Ymisk sjónarhorn um sama evni

Á hesum pallborðsfundi fara fólk úr ymsum fakøkjum at tosa saman um sama evni. Tað kann hava skerjandi avleiðingar, um vitan um eitt ávíst evni verður lýst ov eintáttað.

Bíbliu- og bókmentabrúk (saman við brúki av øðrum listagreinum) fara tískil at verða lýst við støði í nógvum ymsum royndum og nógvum ymsum perspektivum, sum endurspegla ta vitan og tilgongd, sum einstøku luttakararnir hava um og til hetta evnið.

Føroyamálsdeildin væntar við hesum at fáa í lag eina tvørgangandi samrøðu um, hvussu vit brúka og kunnu brúka Bíbliu og bókmentir terapeutiskt og um nýggjar viðgerðarhættir, sum eru vorðnir støðugt meira aktuellir í ymsum pørtum av samfelagnum í Føroyum sum aðrastaðni.

Pallborðsluttakarar:
Gorm Larsen, lektari í bókmentum og samskifti, ph.d. Aalborg Universitet, København
Neal Ashley Conrad Thing, mentanarentrepreneurur, ph.d. Lunds Universitet
Marjun Syderbø Kjelnes, rithøvundur og sjúkrarøktarfrøðingur
Pál Weihe, professari, Fróðskaparsetur Føroya
Jákup Reinert Hansen, lektari í gudfrøði, ph.d., Fróðskaparsetur Føroya og sóknarprestur
Sverri Steinhólm, sjúkrahús-, fongsulsprestur og sóknarprestur í Havnar Kirkju og í Nólsoyar Kirkju
Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur í Hoyvíkar Kirkju
Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur í Havnar Kirkju


Orðstýrari: Bergur Rønne Moberg, Føroyamálsdeildin

Gevið gætur: Almennu leiðreglurnar um koronu eru galdandi