Panelfundur um mentanarferðavinnu
Panelfundur við støði í gransking í mentanarferðavinnu í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 1. juni kl. 13.30-15.00
Bergur Rønne Moberg, lektari á Føroyamálsdeildini, er saman við øðrum farin undir verkætlan, sum kallast Cool Faeroensia. Arbeitt verður í løtuni við at fáa til vega fígging til verkætlanina.
Í sambandi við vitjan frá verkætlanarbólkinum verður skipað fyri almennum panelfundi í Sjóvinnuhúsinum 1. juni kl. 13.30-15.00.
Luttakararar í panelinum:
- Ottmar Ette, professari á Universität Potsdam
- Martin Zerlang, professari á Københavns Universitet
- Henrik Stampe Lund, fíggingarráðgevi á Københavns Universitet
Orðstýrari:
- Bergur Rønne Moberg
Panelfundurin tekur støði í gransking í mentanarferðavinnu. Mentanarferðavinna snýr seg stutt sagt um, hvussu mentan og list/listahandverk kunnu brúkast í ferðavinnuhøpi. Hetta er vorðið ein átrokandi spurningur, nú føroyingar eru farnir at síggja nýggjar møguleikar í at branda Føroyar ikki einans við atliti at vakrari náttúru, men eisini við atliti at fremstu avrikum landsins innan list og mentan. Ein nýggj branding, ein nýggj “storytelling” um Føroyar, er á veg, og hon byggir brúgv millum list, gransking og mentan øðrumegin og (innovativt) vinnulív hinumegin. Ferðafólkini gerast alsamt fleiri. Hvussu fyrireika vit okkum mentanarliga til hetta, og hvønn týdning kunnu list og gransking fáa í hesum høpi?
Á fundinum fær almenningurin innlit í hesa verkætlan, og øll eru vælkomin til at luttaka í kjakinum um gransking og føroyska mentanarferðavinnu. Vit arbeiða undir yvirskriftini Cool Faeroensia, tí kaldar oyggjar eru vorðnar vælumtókt ferðamál, og Føroyar eru vorðnar cool!
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...