27.03.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Páskaorð

Fleiri av døgunum í vikuni fyri páskir hava serstakt navn við serstøkum týdningi. Á einum kirkjufundi í Nikea í árinum 325 varð ásett, at páskadagur skuldi vera fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur ella fyrsta sunnudag eftir várjavndøgur, um fullmáni er henda dag. Tað fyrsta, páskadagur kann vera, er 22. mars, tað síðsta 25. apríl.


Dymbildagavikan

Vikan fyri páskir eitur sum flestum kunnugt dymbildagavikan, ofta stutt sagt "dimmildavikan" ella "dimmaldavikan". Hesa vikuna skuldi vera kvirt og friðarligt, ja, ljóðið í kirkjuklokkunum skuldi eisini doyvast. Til tess vórðu vanligu jarnkúlvarnir í klokkunum umskiftir við trækúlvar. Ein sovorðin trækúlvur varð kallaður dymbil, tí at hann gjørdi ljóðið “dumbari”, ‘doyvdari’ enn vant við jarnkúlvinum. Summi eru eftir útlendskari fyrimynd farin at kalla dymbildagavikuna "stillu vikuna" ella eisini "páskavikuna", men tað gamla er, at páskavikan er tann vikan, sum tekur við páskadag. Vit kvøða um Elinborg og ternur hennara, at "fríggjadagin í páskaviku fóru tær út í hav" – ódømi hevði tað verið, um tær hildu avstað langa sjóferð sjálvan langafríggjadag! Nóg galið – ið hvussu er eftir seinni tíðar hugsanarhátti – at tær fóru ein fríggjadag!

Pálmasunnudagur

Dymbildagavikan byrjar við pálmasunnudegi, sum hevur navn eftir fagnaðinum, sum Jesus fekk við innreiðina í Jerúsalem, tá ið fólkið veittraði við pálmagreinum. Siðurin at bera pálmagreinar í skrúðgongum henda dagin helt sær leingi í kirkjuni, eisini í Norðurlondum, men har vóru pálmar ikki at fáa fatur á av natúrligum grundum. Tey høvdu tá pílagreinar í staðin, og pílaviður var tí eisini kallaður pálmi, eisini her hjá okkum. So eru tað hinir báðir heiligdagarnir í dymbildagaviku: skírhósdagur /skujris-/ og langafríggjadagur.

Skírhósdagur

Fyrsti liður í orðinum skírhósdagur er stovnurin í lýsingarorðinum skírur, ið merkir ‘reinur’. Frágreiðingin skal vera, at fólkið hevur fingið reinsan fyri syndir sínar eftir ta longu føstuna, men hugsandi er eisini, at sipað verður til fótatváttin gitna henda dagin. Hetta orðið leiðir hugan at sagnorðinum at skíra, sum upprunaliga hevur merkt at ‘reinsa’, ‘gera reinan’, men sum seinni fær merkingina at ‘doypa’. Navnorðið er skírn. Av tí at navngáva fylgdi barnadópinum, kom tað eisini at merkja at ‘nevna, geva navn’. Soleiðis kom upp orðið skírnarnavn um sjálvt navnið á fólki, tað, sum nú vanliga verður nevnt fornavn. Seinni lækkar sagnorðið at skíra nógv í virði og fær ta nú vanligu merkingina at ‘eyknevna, geva eyknevni’. Hetta orðið verður skriv¬að við fyrra í’i og ikki við seinna ý’i, sum onkuntíð sæst í bløðum. At skýra við seinna ý’i er sjáldsamt orð, ið merkir at ‘greiða frá, at upplýsa’.

Langafríggjadagur

Langafríggjadagur hevur navnið hjá sær. Hann hevur tókst langligur av tí sorgarlag, sum yvir honum hvíldi, tí hann var hildin til minnis um pínslu og krossfesting Krists. Her skal eisini verða nevnt, at leygardagurin í dymbildagavikuni eitur leygardagurin reyði. Men tað er ikki nógv, ið vit hava uppskrivað um hetta navn. At tað er fyrndargamalt, er einki at ivast í, tað ber sniðið við lýsingarorðinum eftirsettum boð um. Tað vil so merkiliga til, at einki samsvarandi navn á hesum degi er at finna í grannalondum okkara, ið hvussu er sum vit enn vita, so føroyingar tykjast vera einsamallir um hetta navnið. Úr Danmørk vita vit annars, at dagar í dymbildagavikuni kundu hava nøvn við litorðum. Soleiðis æt mánadagurin blå mandag, av tí at altarini í kirkjunum vórðu skrýdd við bláum klæði, týsdagurin varð nevndur hvide tirsdag, men einki er har til skjals um samsvarandi navn á leygardegnum, tað vit vita.

Páskir

Páskir er kvennkynsorð í fleirtali og ikki hvørkikynsorð, sum hoyrist so mangan. Tí eiga vit av røttum at siga eitt nú gleðiligar páskir og ikki "gleðilig páskir", eg var og ferðaðist um páskirnar og ikki "um páskini". Vert er at nevna, at í fornum norrønum máli var tað kallkynsorð í fleirtali páskar, men kom eisini fyri sum kvennkynsorð í sama sniði. Men í norrønum kemur tað eisini hendingaferð fyri í teirri mynd, sum vit kenna tað: páskir sum kvennkynsorð. Soleiðis t.d. í hinum stóra fornnorska bíbliusøguverkinum, sum gongur undir navninum Stjórn. Har stendur undir 1. Mósebók "laugardaginn fyrir pásk¬ir", t.e. "leygardagin fyri páskir", sum vit høvdu sagt tað. Á nútíðaríslendskum er tað kallkynsorð páskar. Men hví er so stór óvissa um kyn og form á hesum orði longu frá fyrndini? Frágreiðingin man helst vera tann, at hetta er tøkuorð, ikki upprunaorð í málinum, men innkomið uttaneftir, t.e. sunnaneftir við kristindóminum. Tað er komið um grikskt og latín úr hebráiskum máli, tí máli, sum Gamla testamenti er skrivað á, har tað æt pesach og merkti ‘páskalamb’. Ein týðandi táttur í páskahaldinum hjá gýðingum var at eta páskalambið. "Fegin verður muður mín at fáa feskan lambsdrunn fyrsta páskamorgun" eitur tað í einum skjaldri okkara. Tað hevur verið kærkomið aftan á langaføstu við ongum kjøti. Jú, vit kenna eisini úr einum øðrum skjaldri, at grýlan skuldi koma eftir børnum, sum gráta eftir kjøti í føstu. Kjøtát í føstu voldi sum kunnugt, at Gæsa í Kirkjubø eftir søgnini varð av við alla jørð sína og sleit tað, sum eftir var av ævi síni vestur í Gásadali. Løgið er, at páskanavnið, sum er í øllum norðurlandamálum, ikki hevur rinið við heimsmálini bæði týskt og enskt. Á týskum eita páskir Ostern og á enskum easter. Hildið verður, at tað er komið av navninum á eini gyðju ella gudinnu fyri várinum. Tað er skylt millum annað við ættarnavnið eystur, har sum sólin kemur upp. Upprunamerkingin er ‘ljós, bjartleiki’. Hátíðarhaldið hevur frá fyrndini verið til at fagna várinum og hinum vaknandi gróðrinum. Tí man eggið, ímyndin av lívsmegi og gróðursemi, enn hava so stórt pláss í páskahaldi okkara. At rulla páskaregg annan páskadag er siður, sum man vera uttaneftir komin í upp á seg nýggjari tíð.