Paula Gaard fingið ph.d.-heiti
Fríggjadagin vardi Paula Gaard sína ritgerð um føroysk bókaummæli og fekk sítt ph.d.-prógv
Ritgerðin hjá Paulu Gaard er eitt týdningar- og virðismikið íkast til føroyska bókmentagransking.
Nakað soleiðis segði Malan Marnersdóttir, professari og andmælingur, tá hon fríggjadagin undir ph.d.-verjuni tók samanum í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.
Tiltakið var alment, tað varð eisini stroymt, og tveir andmælingar, Erik-Skyum Nielsen, lektari, og Dagný Kristjánsdóttir, professari, vóru við á zoom.
Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini tosar við Paulu í steðginum undir verjuni, sum tók hálvan fjórða tíma
Hans Andor Johannesen frá AV-Lux tók sær av stroymingini, og her roynir hann at fáa ein órógvandi oyralokk hjá Paulu at sissa seg
Familja og onnur við áhuga fyri bókmentum vóru komin at hoyra Paulu Gaard og til lítla hugnaløtu aftaná
Eitt lættilsi. Eftir trý ára gransking og skriving ber loksins til at fáa lukkuynski....
..... og eitt ordiligt klemm frá Tótu Árnadóttir Dahl
Turið Sigurðardóttir hevur verið vegleiðari hjá Paula Gaard undir stóra arbeiðinum, og hon kom eisini við klemmi og gávu
Hoyrið eisini samrøðu, sum Ingi Rasmussen gjørdi við Paulu Gaard til Nón í dag um, hví ummælarar eru í verjustøðu, hvussu ávísir ummælarar pallseta seg sjálvar, og um munur er á, hvussu kvinnur og menn hava verið ummælt í føroyskum bókmentum.
Samrøðan er her.
Lesið meira um ritgerðina sjálva her.
Vit ynskja Paulu Gaard hjartaliga til lukku við ph.d.-próvnum!
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...