Helena Hammer, Náttúruvísindadeildin
08.11.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Pedagogar til próvtøku á Náttúruvísindadeildini

Í farnu viku vóru pedagoglesandi til próvtøku á Náttúruvísindadeildini. Talan er um ein bólk, sum lesa á Professionshøjskolen í Hillerød í Danmark umvegis internetið.


Tey flestu, sum velja hesa útbúgvingina, eru konufólk í aldrinum frá 25 – 55 ár. Nógv av teimum hava praktiskar starvsroyndir, og ynskja at taka útbúgvingina, sum er við til at stimbra teirra arbeiðsøki. Tey lesandi koma so at siga allastaðni frá runt oyggjarnar.

Tað hava áður verið fleiri hold, tað nýggjasta holdið byrjaði í 2009. Tey síðstu 2-3 árini hava hesi pedagoglesandi fingið loyvi til at nýta høli frá Náttúruvísindadeildini til undirvísing og so eisini til próvtøku. Áðrenn tey komu á Náttúruvísindadeildina, hildu tey til norðuri við Gjógv.


Í hesum holdinum eru 30 lesandi. Holdið er býtt upp í tveir partar, og eru nøkur av teimum nú í starvsvenjing runt um í landinum. Av hesum 30, verða 9 liðug á sumri 2012, og restin verður liðug í januar 2012. Í útbúgvingini verður farið ígjøgnum 6 modulir, og er hetta, sum skilst, seinasti klassin, har lærari kemur upp úr Danmark at undirvísa og próvdómari at ekssaminera.


Tað eru seks lærarar, ein til hvørt fakið. Ábyrgdarin fyri alla útbúgvingina er Rune Obel Christensen fra Uddannelsescenter (UCC) við Professionshøjskolen í Hillerød, og hann førdi tey upp til hesa próvtøkuna. Próvdómari var Karl Peder Jeppesen, lektari í pedagogikki við Århuus Universitet.