Pedagogiska paradoksið
Pedagogikkurin – ella námsfrøðin – hoyrdi í gamla Grikkalandi undir politiska filosofi, og grundleggjandi pedagogisk ástøði spretta enn fyri tað mesta úr politiskari filosofi.
Ein stórur partur av pedagogikki snýr seg um etikk, og hvussu vit uppala og útbúgva børn at gerast menniskju, ið megna at bera seg etiskt rætt at. Sum tíðirnar broytast, so broytist pedagogikkurin eisini, og harvið broytast menniskju og samfeløg við.
Í gamla Grikkalandi varð serligur dentur lagdur á dygdaretikkin, sum vit áður hava verið inni á. Dygdaretikkurin leggur áherðslu á, at ein ígjøgnum miðvísa uppaling skal menna ávísar dygdir hjá børnunum soleiðis, at hesar dygdir verða ein so natúrligur partur av teirra persónsmensku, at tey, tá ið tey eru vorðin vaksin, bera seg etiskt rætt at uttan at kenna nakra mótstøðu ella freisting at gera skeivt til egnan fyrimun.
Hóast nógv umskiftist innan námsfrøðiligar hugsjónir og ástøðiligar stevnur, so er grundarsteinurin undir námsfrøðini í fólkaræðinum hin sami: nevniliga at búgva børnini til at hugsa sjálvstøðugt. Ja, hetta kann kanska sigast at vera sjálv grundlógin í okkara námsfrøði.
At vera ein demokratiskur borgari er at vera eitt frælst menniskja, ið hugsar og virkar sjálvstøðugt og frælst. Fólkaræðið livir av frælsum borgarum, ið hugsa sjálvstøðugt og kritiskt – og pedagogiska paradoksið kemur til sjóndar í tí, at vit til tess at menna børnini til at gerast myndugir borgarar, ið hugsa sjálvstøðugt, frælst og kritiskt, eru noydd at stýra tey á ávísa leið. Hetta merkir, at vit á ein hátt fara beinleiðis ímóti okkara egna ideali um ikki at gera av, hvat onnur skulu hugsa. Tó er hetta eitt neyðugt paradoks, av tí at børn undir øllum umstøðum verða ávirkað av teimum vaksnu rundan um seg – lærarum, námsfrøðingum, foreldrum og øðrum.
Sannleikin er, at ein sleppur ikki undan at velja, hvussu ein ynskir at ávirka børnini – og vil ein hava sjálvstøðugt og kritiskt hugsandi borgarar, so er ein eisini noyddur at leiða børnini tann vegin við at venja tey at hugsa á henda hátt. Sostatt verða tey fyrireikað til at vera frælsir og luttakandi borgarar í fólkaræðinum; tey verða fyrireikað til fólkaræði.
Kendi upplýsingarfilosoffurin og námsfrøðiligi ástøðingurin, Jean-Jacques Rousseau (1712-1778), var ein teirra, ið varpaði ljós á pedagogiska paradoksið.
Rousseau legði áherðslu á, at børnini í mest møguligan mun skuldu sleppa at vera børn út frá teirra egnu fortreytum – men hóast hetta, so talaði Rousseau fyri eini ávísari stýring av børnunum til tess at tryggja, at ein fyrst og fremst menti frælsi teirra – og harvið eisini frælsa (sjálvstøðuga og kritiska) tanka teirra.
Tað er sostatt mótsetningurin millum frælsi og stýring, sum pedagogiska paradoksið snýr seg um.
Námsfrøðin er sjálvsagt ment nógv síðani upplýsingartíðina á sama hátt sum onnur fakøki eru. Tó er vert at minna seg á, at hóast fakøki mennast, so hava vit ikki flutt okkum frá idéini um fólkaræði – og hava vit enn konsensus um at varðveita hesa stjórnarskipan.
Spurningurin er tó, um menningin, ið er farin fram innan námsfrøðina seinastu mongu árini stuðlar upp undir fólkaræðisliga dannilsið – skilt á tann hátt, at børnini verða leidd til at hugsa frælst, sjálvstøðugt og kritiskt – og harvið til at gerast frælsir borgarar og fræls menniskju, sum er sjálvur kjarnin í fólkaræðinum.
Tá ið menning innan ymisk øki, eitt nú tøknifrøði, fer fram við rúkandi ferð og hetta verður hálovað, tí hetta er framtíðin, og hetta flytur okkum fram ímóti einum (enn) lættari og minni strævnum lívi, so er lætt at gloyma, at “námsfrøðiliga grundlógin” missir tað uppmerksemi, ið krevst til tess at verja hana.
Seinastu mongu árini hevur verið ómetaliga stórt fokus á, at børn skulu læra at nýta nýggjastu tøknina. Eisini hevur tað, at børn skulu hava størri ábyrgd fyri egnari læring, verið í brennideplinum. Hetta verður sæð sum eitt demokratiskt framstig. Her renna vit okkum tó í pedagogiska paradoksið við tað, at vit við at leggja so stóra ábyrgd á herðar teirra, meðan tey enn eru óbúgvin og “óment”, á ein hátt sleppa teimum upp á fjall. Vit eru noydd at leiðbeina tey miðvíst og virkið og geva teimum avbjóðingar, ið noyðir tey at hugsa sjálvstøðugt. Sostatt gerast tey frælsir borgarar, og sostatt varðveita vit eisini fólkaræðið.
Greinin var upprunaliga almannakunngjørd í Dimmalætting 24. apríl 2022
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...