Pedagoglesandi sleppa ikki í starvslæru
17.08.2015
Námsvísindadeildin
Skriva út

Pedagoglesandi sleppa ikki í starvslæru

Tað er enn sáttmálaloysi í samband við løn til starvslæruvegleiðarar hjá pedagoglesandi á Námsvísindadeildini. Heldur hetta fram eru tað framvegis nøkur lesandi, sum ikki fáa ásettu starvslæruna.


Fyri summarfrítíðina sluppu 1-árs lesandi ikki í starvslæru á dagstovnaøkinum. Tey skula aftur í starvslæru eftir heystfrítíðina, og verður tað sera óheppið, um tað ikki verður møguligt. Tað vil føra við sær, at tey koma miðvegis í útbúgvingina uttan starvslæru og setir hetta spurnartekin við dygdina í útbúgvingini hjá hesum pedagoglesandi .

Vit á Námsvísindadeildini kunna fyriskipa aðra undirvísing, sum bæði er lærurík og gevandi, men hetta kann ikki koma í staðin fyri eina starvslæru. Starvslæran hevur ítøkilig endamál, sum eru avgerandi fyri útbúgvingina í síni heild.

Tað er tískil átrokandi fyri Námsvísindadeildina, og serliga fyri tey lesandi lesandi, at ein semja finst sum skjótast.

Vit heita tí inniliga á partarnar um at finna eina semju í málinum.

Vinaliga
Námsvísindadeildin
Annika Antoniussen
Útbúgvingarleiðari