28.10.2014
Skriva út
Perfluorinated Compounds - PFC-støðan í Føroyum 2014
Føroya Fróðaskaparfelag ger nú eina roynd at taka tiltakið við Glotta uppaftur. Fyrsti Glotti í hesum umfari verður í skúlastovuni á Føroyamálsdeildini hósdagin 30. oktober kl. 15.
Maria Dam, Dr. Sc. í evnafrøði og deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, fer at hava framløgu um støðuna í Føroyum viðvíkjandi Perfluorinated Compounds, stytt PFC.
Í framløguni fer Maria at greiða frá hesum tættum, ið eru viðkomandi fyri spurningin:
- Hvat er PFC
- Gongdin í framleiðsluni av PFC
- Gongdin í Føroyum
- UN Stockholm POP konventiónin
- Kanningarætlan í Føroyum
Tiltakið er fyri limir í Fróðskaparfelagnum. Setursfólk og onnur áhugað eru eisini væl komin.
Føroya Fróðskaparfelag
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...