Petra A. Eliasen fingið MA-prógv
Sætti meistarafyrilestur hildin á Føroyamálsdeildini í ár.
Petra A. Eliasen helt í gjár meistarafyrilesturin, sum nevndist: Greið frá føroyskari fólkanavnalóggávu og við støði í tíni ritgerð frá hugburði hjá fólki til lóggávu á hesum øki. Petra skrivaði MA-ritgerð við heitinum: Kanning av nøkrum fólkanøvnum við støði í 9. flokkum í Eysturskúlanum og á Felagsskúlanum á Oyrarbakka skúlaárið 2013-2014.
Petra setti sær fyri at kanna, hvussu navnagávan av børnum í tveimum føroyskum fólkaskúlum skúlaárið 2013-2014 er háttað og eisini, hvørji nøvn foreldur teirra og systkin bera. Rannsóknin er grundað á spurnabløð, sum børnini og foreldur teirra fingu. Petra kannaði eisini býtið millum skúlarnar viðvíkjandi fornøvnum og nýtslu teirra, millumnøvn og eftirnøvn. Í fyrilestrinum greiddi hon frá tí søguligu bakgrundini, til vit fingu ta fyrstu fólkanavnalógina í 1992. Petra greiddi eisini frá síni kanning av hugburði til navnalóggávu. Tað vísir seg nevniliga at vera stórur meiriluti fyri lóggávuni um fólka-nøvn, men at verandi lóg er í so strong.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...