Petur Jacob Sigvardsen heldur heiðursdoktarafyrilestur um Jóannes Vísa úr Funningi
Fríggjadagin 4. november kl. 16 heldur Petur Jacob Sigvardsen heiðursdoktarafyrilestur á Føroyamálsdeildini. Heitið á fyrilestrinum er “Um kongshálvmørkina í Funningi, nýggja jarðarbýtið hjá Johannes Poulsen, 1776-1847, Kirkjumørk og ta “horvnu” kongshálvmørkina við Gjógv”.
Í fyrilestrinum fer Petur Jacob m.a. at umrøða hesar spurningar:
1 Hví er ein kongshálvmørk í Funningi og eingin við Gjógv?
2 Hvat so við Kirkjumørk?
3 Jarðaryvirlitið 15. september 1780 - eitt týdningarmikið skjal!
4 Nýggja jarðarbýtið hjá Johannes Poulsen, Funningi.
5 Uppáhaldið um ta “horvnu” kongshálvmørkina við Gjógv.
6 Niðurstøða.
Johannes Poulsen (1776-1847, ið vanliga varð róptur Jóannes Vísi, var bóndasonur úr Ølvistovu í Funningi.
Hann var sannur úrmælingur at lesa, skriva og rokna. Bert 15 ára gamal býtti hann av nýggjum Suðurhelvt í Funningi og við Gjógv og í 1804 so somuleiðis Norðhelvtina í báðum bygdum.
Við hesum nýggja jarðarbýti hevur Jóannes Vísi so eftirsíðan í meir enn 200 ár verið skuldsettur fyri at hava smábýtt jarðareigarum við Gjógv eina kongshálvmørk so snildisliga, at hon sást ikki aftur.
Við støði í m.a. áður ókendum skjalatilfari verður tí í hesum fyrilestri roynt at prógva, hvørt hald hevur verið í hesum ótespiligu skuldsetingum, sum í meir enn tvær øldir hava verið bornar fram móti hesum manni bæði av leikum og lærdum.
Fyrilesturin hjá Petur Jacob verður í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini, V.U. Hammershaimbs gøtu 16, fríggjadagin 4. november klokkan 16.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...