Petur Z valt at gevast
22.01.2015
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Petur Z valt at gevast

Tann 1. januar 2015 gavst ein ein undangongumonnunum í føroysku universitetssøguni í sínum starvi á Fróðskaparsetrinum.


Petur Zachariassen, ella Petur Z sum hann ofta verður nevndur, valdi at siga seg úr sínum lektarastarvi frá 1. januar 2015. Petur fylti 70 í mars 2014, og hevur síðan tá eftir egnum ynski arbeitt í hálvtíðarstarvið fram til 1. januar 2015.

Petur hevur havt tilknýti til Fróðskaparsetrið heilt frá 1972. Frá 1972 til 1974 var hann leysalærari í støddfrøði, og síðan 1974 hevur hann verið lektari í støddfrøði á Náttúruvísindadeildini. Hann hevur m.a. sum leiðari á deildini verið við til at leggja lunnar undir fleiri náttúruvísindaligar og tøkniligar útbúgvingar á Setrinum.

Umframt innan sítt kjarnuøki, sum er stødd- og hagfrøði, hevur Petur virkað nógv á kunningartøkniliga pallinum. Her er m.a. at nevna, at hann var undangongumaður í arbeiðinum fyri at geva føroyingum atgongd til interneti. Tað fingu vit í januar í 1995. Tað hevur verið nógvur eftirspurningur eftir tí hollu fakligu vitan, ið Petur hevur, eitt nú í sambandi við eina røð av nevndararbeiðum og ráðgevingum í granskingarverkætlanum.

Petur hevur havt leiðsluuppgávur á øllum stigum á Setrinum. Hann var fyrsti valdi rektarin á stovninum. Rektaraskeiðið var frá 1987 til 1990.

Fróðskaparsetrið hevur fráfaringartiltak fyri Peturi fríggjadagin tann 23. januar kl 14-16. Tiltakið byrjar við einum parti, ið hevur fingið heitið “.fo 20 ár”. Tiltakið er nærri lýst aðrastaðni á setur.fo, sí leinki.